Landsstýrið fylgdi ikki áheitanini frá Pál Weihe

Tað verður mett sum órealistiskt at taka tvær royndir av øllum, sum koma til Føroya

Áðrenn nýggju leiðreglurnar til ferðandi til Føroya vórðu gjørdar, fekk landsstýrið áheitanir frá heilsumyndugleikanum um, hvørji atlit kunnu takast í leiðreglunum. Eitt nú hevur Pál Weihe, yvirlækni, mælt til at poda fólk, tá tey koma til landið, og so aftur sætta dagin. Men hesari áheitan hevur landsstýrið ikki fylgt.

Mett verður, at tað er órealistiskt at taka royndir av øllum teimum, sum koma til landið, tvær ferðir.

– Vit hava fingið at vita, at umleið 6.000 fólk fara at koma til Føroya um vikuna. Tað vil siga, at tey skulu testast tvær ferðir, og tað eru 12.000 fólk um vikuna. Tað er einki land í heiminum, sum testar so nógv, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, við in.fo.

Pál Weihe segði annars soleiðis við in.fo í síðstu viku:

– Um vit lata upp og broyta sóttarhaldið, so haldi eg, tað er týdningarmikið at bjóða øllum, sum koma til landið, at blíva podað. Mín áheitan er, at vit gera tað fyrsta dagin og sætta dagin. Tað er lætt at gera tað, tí tað tekur onga tíð. Tað er ódýrt og ómakaleyst. Um mann so finnur onkran, sum er positivur við COVID-19, so fær viðkomandi boð um tað og fer í sóttarhald, segði Pál Weihe í grein, sum tú kanst lesa HER.

Í nýggju leiðreglunum stendur, at ferðafólk, sum koma úr Danmark, Grønlandi, Íslandi, Noregi og Týsklandi skulu vísa váttan um negativa COVID 19 kanning, sum ikki er eldri enn fimm dagar.

Kaj Leo Holm Johannesen heldur, at nýggju leiðreglurnar eru nóg góðar fyri at tryggja framhaldandi tamarhald.

– Hetta verður mett at vera ein góð loysn. Vit testa enn nógv fólk samanborið við onnur lond. Vit halda áfram vit strategiini, sum vit allatíð hava havt. Vit testa tey, sum hava sjúkueyðkenni, eins og tað verður mælt til frá WHO, og so gera vit uppsporan.