Landsstýrið kann altíð gera manningina hjá Strandferðsluni til tænastufólk

Tað er onki endamál bara at gera skipararnar og stýrimenninar til tænastumenn, sigur fíggjarmálaráðið

Strandferðslan

? Tað er onki endamál at gera bara yvirmenninar hjá Strandferðsluni til tænastumenn.
Thomas Magnussen, leiðari á lønardeildini í fíggjarmálaráðnum, sigur, at tað var orsøkin til, at lønardeildin ikki vildi taka av tilboðnum frá Skipara- og navigatørfelagnum um at gera yvimenninar hjá Strandferðsluni til tænastumenn.
Í aðrari grein her á síðuni, sigur, formaðurin í Skipara- og navigatørfelagnum, at í samráðingunum, sum júst eru lidnar, fekk Fíggjarmálaráðið tilboð um at gera yvirmenninar á Strandferðsluni til tænastumenn, men teir tóku ikki av.
?Tað er onki endamál at taka ein fakbólk burturúr og gera hann til tænastumenn, tí skipini sigla ikki bara við yvirmonnum, sigur Thomas Magnussen.
Hann sigur, at fimm fakfeløg eru knýtt at skipunum hjá Strandferðsluni: Skipara- og navigatørfelagið, Maskinmeistarafelagið, Starvsmannafelagið og á landið eru tað Føroya Arbeiðarafelag, sum bindur og loysir endan í Suðuroy og Havnar Arbeiðsmannafelag, sum bindur og loysir í Havn.
? Antin gera vit øll til tænastufólk, annars er onki endamál í tí, sigur leiðarin á lønardeildini.

Ongin politisk avgerð
Annars vísir hann á, at enn er ongin politisk avgerð tikin um at gera nakað við hetta málið.
? Tað hevur verið umrøtt nakrar ferðir, men ongin avgerð er tikin.
Annars sigur Thomas Magnussen, at í veruleikanum er tað ikki ein samráðingarspurningur, um tey, sum eru knýtt at skipunum hjá Strandferðsluni, skulu vera tænastufólk, ella ikki.
?Tað er ein politiskur spurningur, antin eitt starv skal vera tænastumannastarv ella sáttmálasett starv.
? Sostatt kann landsstýrið nær sum helst lýsa eitt ávíst starv at vera tænastumannastarv.
Thomas Magnussen sigur, at sjálvsagt kann Landsstýrið ikki tvinga nakran at vera tænastumaður.
? Men landsstýrið kann gera av, at størvini, sum eru knýtt at strandfaraskipunum eru tænastumannastørv. So stendur tað til fólkið sjálvt, um tey vilja arbeiða undir eini tænastumannaskipan, ella um tey siga upp, so at onnur kunnu søkja starvið, sigur Thomas Magnussen.
Sí eisini samrøðu við Ellint Abrahamsen og Jógvan Nýbo