Landsstýrið kvaldi Lívstrygging

Sum ein beinleiðis av­leið­ing av pol­i­tikk­i­num hjá lands­­stýr­­i­num, varð priv­at­­i­­ser­ing­in av Lívs­tryg­ging í morg­un avlýst.
Tað var í fjør, at Bank­Nordik keypti helm­ing­in av fel­ag­num frá Vinnu­mál­a­­­ráð­num.

Men broytingarnar hjá sam­gonguni á pen­sjóns­øki­­­num, sum komu í gildi á nýggj­ár­i­num, vórðu so mik­­ið u­m­f­atandi, at tær tóku grund­ar­lagið undan av­­gerð­ini hjá BankNordik at keypa tryggingarfelagið.
Bankin sigur í tíð­inda­skrivi, sum kom beint fyri evsta­mark í morgun, at keyps­av­talan ásetti, at yvir­tøk­an skuldi fara fram við árs­skiftið 2011/2012.
»Eft­ir at søl­­u­­sátt­mál­in var und­­i­r­skrivaður, broytt­ust við­ur­skif­t­ini fyri lívs­trygg­­ing­­a­r­­virksemi seg heilt nógv, og førdi hetta við sær, at part­ar­nir fyri nýggj­ár av­ráddu at útseta end­a­ligu søluna til 1. juli 2012. Í­meðan skuldu allir sátt­mál­a­­part­ar­nir ­við nýggju av­bjóð­ing­u­num finna fram til semju um leist fyri søl­una og fram­halda­ndi løn­andi rakstur av fel­ag­num, herundir mink­ing og avmarking av lands­kass­a­­veð­hald­i­num fyri tryggingar, teknaðar fyri 1. januar 2000«.
Sambært Vinnu­mála­ráð­­num er orsøkin til, at hand­il­in bleiv av ongum, fyrst broyting í langari rentu, herdar solvensreglur – skapt av fíggjarkreppu og sum orsøk nummar trý nevnd­ir Vinnumálaráðið skatting av pensjónum við inngjald heldur enn út­gjald.
– Men orsøkin er eyðsýnt. Lands­­stýrið hevur enn ein­a­ferð spent bein fyri eini priv­at­i­sering – hesaferð við at gera umstøðurnar hjá ein­um tryggingarfelag so trup­lar, at eingin tímir at keypa tryggingarfelagið.