Landsstýrið leggur á annan bógv í útlendingamálinum

 Nú verður umhugsað at seta eitt serligt arbeiðsmarknaðarráð, sum skal ummæla umsóknir um arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum

Útlendingamál

Nú ætlar lanndsstýrið at leggja á annan bógv í útlendingamálinum.
Spurningurin um útlendingapolitikkin hjá føroyingum varð viðgjørdur á seinasta landsstýrisfundinum fyri jól, sum varð hildin umborð á Smyrli.
Á tí fundinum fekk landsstýrismaðurin í innlendismálaráðnum grønt ljós at broyta mannagongd í sambandi við útlendingamálini.
Higartil hevur tað verið so, at innlendismálaráðið hevur viðgjørt allar umsóknir um arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum við tí fyri eyga at geva danska útlendingastýrinum eitt ummæli um umsóknin skal gangast á møti ella ikki.
Tað er síðani danska útlendingastýrið, sum tekur endaligu avgerðina, grundað á tilmælið.
 Hetta hevur kravt rættiliga nógva umsitingarliga orku í innlendismálaráðnum, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálaráðnum.
Samstundis hevur ætlanin verið, at innlendismálaráðið skuldi útgreininga alt útlendingamálið og at orða ein føroyskan útlendingapolitikk.
Men tað hevur umsitingarlig orka ikki verið til, tí júst arbeiðið at ummæla umsóknir, stjelur so nógva arbeiðsorku frá umsitingini.
 Tað, sum landsstýrið tískil nú ætlar, er, at leggja umsitingina av útlendingamálinum uttanfyri innlendismálararáðið, so at øll orka í ráðnum kann brúkast til arbeiðið at útgreina útlendingamálið og at orða ein føroyskan útlendingapolitikk.

Arbeiðsmarknaðurin veit best
Jacob Vestergaard sigur, at enn er ikki heilt greitt, hvør so tað so skal vera, sum skal ummæla umsóknir um arbeiðs- og uppihaldsloyvi.
Frammanundan hevur løgreglan ein part av viðgerðini um hendi og spurningurin er so, um meiri arbeiðið skal leggjast á løgregluna í hesum sambandi.
Men spurningurin um ein umsókn um arbeiðs- og uppihaldsloyvi skal gangast á møti, ella ikki, er ógvuliga nær tengt at støðini á arbeiðsmarknaðinum.
Eitt, sum verður umhugsað, er, at skipa eitt slag av arbeiðsmarknaðarráðið, sum skal ummæla umsóknir um arbeiðs- og uppihaldsloyvi.
Jacob Vestergaard heldur, at av tí at støðan á arbeiðsmarknaðinum hevur so stóran týdning í hesum sambandi, er tað natúrligt, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum verða tiknir meiri upp í viðgerðina av útlendingamálinum.
 Eitt arbeiðsmarknaðarráð við fakligum umboðum fyri arbeiðsgevarar sovæl sum løntakarar, og kanska almannastovuna, ALS og aðrar stovnar við, hevur til eina og hvørja tíð rættiliga góða føling við støðuni á arbeiðsmarknaðinum.
Tey kunnu so altíð upplýsa, hvussu veruliga støðan er á arbeiðsmarknaðinum til eina og hvørja tíð og eitt tilmæli um arbeiðs- og uppihaldsloyvi kann so verða bygt á tað.
Jacob Vestergaard staðfestir, at tað kemur ofta fram, at fólk fæst ikki til arbeiðis, hóast tølini hjá ALS vísa, at talan er um arbeiðsloysi.
 Tað kann vera ein ábending um, at hagtølini hjá ALS um arbeiðsloysi, ikki spegla veruligu støðuna á arbeiðsmarknaðinum. Men eitt arbeiðsmarknaðarráð kann hinvegin koma við neyvari upplýsingum, enn tølini hjá ALS kunnu geva.
Tí er hugsandi, at eitt slíkt arbeiðsmarknaðarráð verður sett at ummæla umsóknir frá útlendingum um arbeiðs- og uppihaldsloyvi, sigur landsstýrismaðurin í innlendismálum.
Hann sigur, at beinanvegin eftir nýggjár, verður farið í holt við tað arbeiðið. Samstundis verður miðað eftir, at arbeiðið at orða ein útlendingapolitikk skal verða liðugt á ólavsøku.