Tað heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag.
– Hetta hóast vit eru millum tey, sum rinda mest í avgjaldum í heiminum, tá tað kemur til bilakeyp og bilarakstur.
Føroyingar rinda í dag milliónir í brennioljuavgjaldi, vektskatti, skrásetingargjaldi, tollavgjaldi, co2 avgjaldi og meirvirðisavgjaldi í sambandi við at hava bil. Gjøld sum gera bilakeyp til eina púra óneyðuga stóra útreiðslu.
Fyri at fremja veruligar nýskipanir av almenna geiranum – heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag – er neyðugt yvir tíð at endurskoða alt almenna virksemið. Støða má takast til, hvørjar tænastur almennu Føroyar skulu veita. Hvat er neyðugt og rímiligt? Og hvat kann tann privata vinnan eins væl veita?
– Hetta kundi verið at útveitt rakstraruppgávur hjá almennum stovnum sum t. d. Akstovuni og Landsverki, har stórir partar av fíggjarætlanini hjá stovninum fer til rakstur, sum eins væl kundi verið gjørdur av privatu vinnuni.
Í staðin skulu almennu stovnarnir miðsavna seg um at hava holla verkætlanarleiðslu fyri at hava neyva uppfylging av útveittum tænastunum.
Endamálið við útbjóðing av almennum uppgávum er umvegis kapping at fáa størri effektivitet í tann almenna sektorin og tryggja, at almennir pengar og tilfeingi verða gagnnýttir á best møguligan hátt.
Í Føroyum hava útbjóðingar ikki rættiliga vunnið frama. Ávís økir eru boðin út, eitt nú busskoyring og innsavning av ruski í Tórshavnar kommunu og hetta hevur riggað væl.
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at landsstýrið framyvir eigur at raðfesta útveiting hægri og miðvíst arbeiða við, hvussu hetta kann gerast.