Landsstýrið skal ikki skipa fyri eydnuspæli

Jacob Vestergaard umsitur happadráttin í Landsstýrinum, men hann er ikki sinnaður at fara undir nýggj spøl. Hann váttar tó, at ein áhugabólkur hevur kannað møguleikarnar at byrja eitt nýtt føroyskt spæl, sum skal stuðla góðum endamálum

AVTØKA
 
Happadrátturin varð skipaður við løgtingslóg, og hevur virkað síðani 1. juli 1950. Síðsti dráttur verður 30. juni í ár, og so er ber ikki til longur at keypa sær ein happadráttarseðil.
Jacob Vestergaard er landsstýrismaðurin, sum vegna Innlendismálaráðið varðar av happadráttinum. Hann sigur, at málið hevur verið umrøtt eina tíð í Innlendismálaráðnum eftir at landsgrannskoðarin hevur gjørt vart við, at yvirskotið er minkað javnt og samt, og sannlíkindini fyri, at drátturin fer at geva yvirskot, gerast alt størri.
- Tað koma eingir nýggir spælarar til, og 35 % av seðlunum verða ikki seldir, í mun til fyrst í 90unum, tá 13 % av seðlunum ikki vórðu seldir, sigur Jacob Vestergaard, ið leggur afturat, at skipanin, har fleri av seljarunum føra og selja við hond, er vorðin ótíðarhóskandi og ein leivd frá fortíðini.
 
 
Fær avleiðingar
 
Spurdur, um Innlendismálaráðið ætlar at koma við onkrum nýggjum spæli, sigur landsstýrismaðurin:
- Tíðin er farin frá, at eitt aðalráð skal varða av einum spæli.
Hann sigur tó, at tað ikki er óhugsandi, at verður lóggivið um eitt nýtt spæl, sum skal hava til endamáls at stuðla almennum og samfelagsgagnligum endamálum.
Jacob Vestergaard sigur seg nevniliga hava gjørt sær greitt, at tað fær avleiðingar at taka av eitt slíkt spæl.
- Happadrátturin er vorðin ótíðarhóskandi, men her eru eisini kenslur upp í, tí fólk hava havt sama seðil í fleiri ár, og summi hava arvað seðilin. Ein triðingur fer til ÍSF og tveir triðingar fara til tey brekaðu, og tað eri eg forharmaður um, men tað gongur ímóti einum undirskoti, og so er einki at býta út. Hinvegin, um okkurt annað spæl kemur, so er ikki óhugsandi, at slíkir bólkar sum tey brekaðu í samfelagnum skulu fáa yvirskotið, men, ja, tað er negativt, at tey brekaðu missa hetta, sigur innlendismálaráðharrin.
 
Nýtt spæl ávegis
 
Spurdur, um Jacob Vestergaard metir, at ov nógvir spælimøguleikar eru í Føroyum, sigur landsstýrismaðurin, at vit hava Lotto, Útvarpið, Sjónvarpið og samband við alla verðina, og tí hevði tað kanska verið skilagott, at havt eitt serføroyskt spæl, men hetta skal vera umhugsað, tí tá tú ert partur av umheiminum, so verða upphæddirnar hareftir, og tað ber jú til at vinna milliónir í Lotto.
Jacob Vestergaard váttar tó, at hann hevur havt fund við ein áhugabólk, sum hevur kannað møguleikarnar at fara undir eitt nýtt spæl.
Umboð fyri hendan áhugabólkin siga við Sosialin, at tey halda tað vera spell, at hetta dettur niður fyri, og tey tí meta tað vera neyðugt at modernisera eitt føroyskt spæl av hesum slagnum, ið kann vera við til at stuðla góðum føroyskum endamálum.
 
 
 

 



Fakta:
Í 2002 var yvirskotið í Happadráttargrunninum 114.000 krónur, eftir at ÍSF hevði fingið sín triðing.
Happadráttargrunnurin læt pening fyri uml. hálva millión í 2003, sum var Ár teirra brekaðu, og tí vóru nógv tiltøk hetta árið. Harafturímóti var yvirskotið í grunninum bert 67.000 krónur hetta árið, eftir at ÍSF hevði fingið sín triðing.
Í 2004 vórðu 50.000 krónur latnar, og í fjør varð einki latið.
Stovnsfæið í grunninum er 480.000 krónur.
Til samanberingar kann nevnast, at sambært ársroknskapinum hjá Sp/f Ìtróttarvedding fáa føroysk ítróttarfeløg ein triðing av tí, sum spælt verður fyri. Restin fór av landinum og kom partvíst aftur í vinningum. Hesum triðingur varð í 2004 uml. 10,4 millónir. Spælt varð sostat fyri góðar 30 milliónir í Lotto og øðrum donskum spølum.