Landsstýrið skipað lógarforum

Eitt sonevnt lógarforum, sum skal styrkja rættarrtrygdina og skapa siðvenjur fyri góðum lógarsmiði og umsiting hevði sín fyrsta fund fyrradagin

Tað sonevnda lógarforumið, landsstýrið hevur skipað, er mannað av løgfrøðingum úr fyrisitingini, men skal seinni víðkast til eisini at umfata aðrar løgfrøðingar.

Uppgávurnar hjá lógarfuruminum eru at viðgera krøv til lógarsmíð, fyrisiting og umsiting, soleiðis, at rættartrygdin verður styrkt. Hetta skal somuleiðis skapa siðvenjur fyri góðum lógarsmíði og góðari umsiting av lógum.

Lógarforumið skal viðgera ymiskar trupulleikar við lógarsmíðinum í dag, kannast skal eisini, hvussu støðan er víðvíkjandi at halda reglurnar í lógini um almenna fyrisiting og alment innlit. Tað skal millum annað kanna, um lógin um alment innlit verður fyrisitin á sama hátt í øllum stýrunum, um trupult er at umsita lóggávuna, tí hon er ov fløkt, um nóg væl verður kunnað um landsins lógir, um lógirnar eru í samsvari við stýrisskipanarlógina og mannarættindini og at enda skal eisini kannast, um viðmerkingarnar til lógirnar eru nóg góðar.

Landsstýrið samtykti í heyst, at lógarforumið skuldi skipast, og fekk løgdeildin í landsstýrinum ábyrgdina fyri at savna løgfrøðingar til at manna hetta forum.

Landsstýrið sigur seg ynskja, at lógirnar skulu vera einfaldar at umsita, og at tær skulu hava greiðar endamálsorðingar. Hetta, heldur landsstýrið, vera neyðugt fyri at skapa betri umsiting og rættartrygd samstundis, sum hetta skapar størri gjøgnumskygni fyri borgarar landsins.

Lógarforumið hevði sín fyrsta fund í Sjó- og Vektarbúðini í Tinganesi hósdagin.