Landsstýrið ætlar at útrudda fiskivinnuna

- Nú løgtingið í morgin fer at viðgera fiskidagar fyri komandi fiskiár, bendir mangt á, at ætlanin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum er at taka grundarlagið undan allari fiskivinnuni, bæði á sjógvi og landi, sigur formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna, Auðunn Komráðsson

Fiskivinna

 

Klokkan 10 í morgun kom umboðsnevndin hjá Meginfelag Útróðrarmanna saman á fundi í Nólsoyarstovu í Havn at røða um støðuna, nú løgtingið í morgin fer at viðgera uppskot landsstýrisins um fiskidagar fyri komandi fiskiár.

Øll limafeløg hjá Meginfelag Útróðrarmanna kring landið hava sítt umboð í umboðsnevndini, og hesi eru eini 10-12 í tali.

Í tí dagliga er tað starvsnevndin í MÚ, sum tekur sær av felagsuppgávunum, og formaður í starvsnevndini er Auðunn Konráðsson, ið er virkin útróðrarmaður umborð á útróðrarbátinum Kallanesi, sum fiskar í bólki 4.

 

Politiskur ágangur

- Tað er ikki vanligt, at umboðsnevndin verður kallað saman, men vit halda, at hetta er neyðugt, nú politisku ætlaninar eru vorðnar ótolandi fyri fiskivinnuna. Vit fara at røða um, hvat kann gerast, og tað er ikki óhugsandi, at vit fara at seta tiltøk í verk.

Auðunn heldur ikki, at útróðrarfeløgini kunnu sita hendur í favn, nú politiski ágangurin móti teirra lívsgrundarlagi er vorðin so stórur.

- Nú løgtingið í morgin fer at viðgera fiskidagar fyri komandi fiskiár, bendir mangt á, at ætlanin hjá landsstýrismanninum er at taka grundarlagið undan allari fiskivinnuni, bæði á sjógvi og landi.

Hann sigur, at tilmælið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Tórbjørn Jacobsen, eins og signalini hjá samgongini, sum eru komin undan kavi, eitt nú í løgmansrøðuni á ólavsøku, eru ein katastrofa fyri alla fiskivinnuna.

- Verður uppskotið hjá landsstýrinum um ætlaðu skerjingarnar í fiskidøgunum samtykt, kemur tað at merkja, at 90% av húkaflotanum fer av knóranum.

 

Ikki bert dagar

Auðunn Konráðsson vísir á, at í fylgiskjølum til løgmansrøðuna verður eisini nevnt, at minstiforvinningurin við tíðini – og soleiðis helst eisini minstalønin – kemur at fella burtur.

- Við smáum stavum verður skrivað um liberalisering og um, at vinnan skal byggja á marknaðartreytir, leggur hann aftrat.

Formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna sigur, at sum eitt “plástur” á sárið ætlar landsstýrið eftir øllum at døma at taka burtur avmarkingarnar fyri landingum uttanlands.

- Ætlaða skerjingin í fiskidøgum fer at gera tað ómøguligt at reka skip og bátar, samstundis sum fiskavirkini fara at liggja í fiskaloysi. Vit duga tí ikki at síggja hetta øðrvísi enn, at landsstýrið ætlar at útrudda alla fiskivinnu í Føroyum, bæði á sjógvi og landi, sigur Auðunn Konráðsson.

 

Væl møttur

Umboðsnevndarfundurin hjá MÚ, sum byrjaði klokkan 10 í morgun, var væl møttur.

Hóast hetta er feriutíð, vóru flestu umboðini kring landið møtt og tey, ið ikki høvdu møguleikan at verða við, vóru frammanundan kunnaði um fundin og fóru somuleiðis at fáa ta kunning eftir fundin, sum neyðug er fyri, at alt meginfelagið kann standa saman um tær niðurstøður, sum væntandi verða gjørdar á fundinum.