Landsstýrið virðir ikki tingið

Finnur Helmsdal heldur, at tíðindafundurin í Tinganesi týsdagin greitt sýndi, at landsstýrið vanvirðir tingið og tingfólk annars

? Løgmaður sýnir vanvirðing fyri tinginum, tá hann velur at krossfesta tingmenn á tíðindafundi í Tinganesi í staðin fyri at halda samgongufund um trupulleikarnar í samgonguni.

Finnur Helmsdal, tingmaður Tjóðveldisfloksins, heldur løgmann hava borið seg skeivt at í sambandi við ósemjuna, ið hevur tikið seg upp um handfaringina hjá Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í pensjónsmálinum.

? Tíðindafundurin í Tinganesi týsdagin sýndi heilt greitt, at løgmaður hevur valt ta hørðu linjuna ímóti tingmonnunum, ið hava sýnt sína ónøgd við handfaringina av pensjónsmálinum, hóast tað er landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum, ið hevur borið seg skeivt at.


Ódemokratiskt

? Eg haldi, at tað, løgmaður gjørdi á tíðindafundinum týsdagin var ógvuliga ódemokratiskt. Hann átti á tíðindafundinum at sagt fólki, hvat Helena Dam á Neystabø hevði gjørt skeivt, men tað gjørdi hann ikki. Í staðin legði hann eftir tingfólkum. Hetta kann ikki vera rætt, heldur Finnur Helmsdal.

Tingmaður Tjóðveldisfloksins vónar, at løgmaður, í staðin fyri at leggja eftir tingfólkum, heldur framyvir fer at bróta upp um armar og vera konsekventur í førum, har hann skal vera tað.

Løgmaður segði á tíðindafundi í Tinganesi týsdagin, at hann metti, at tingfólk í samgonguni ikki høvdu sett seg nóg væl inn í málið um pensjónsskipanina áðrenn tað kom til viðgerðar í tinginum.

Uppskotið var nevniliga sent øllum flokkum í samgonguni til ummælis áðrenn tað fór í tingið, og høvdu tingfólk ikki havt høvi at sett seg nóg væl inn í tað, var tað tí at floksapparatini ikki vóru í lagi. Løgmaður helt, at samgonguflokkarnir í størri mun áttu at leggja seg eftir at semjast um uppskotini, áðrenn tey verða løgd fyri tingið.

? Øll uppskot frá landsstýrinum verða send tingfólkum til ummælis, men vit fáa sjáldan nakrar viðmerkingar aftur frá tingfólkunum, segði løgmaður á fundinum týsdagin.

Finnur Helmsdal er samdur við løgmanni í, at floksappartini ikki altíð virka so væl, men vísir samstundis á, at hetta ikki var trupulleikin í hesum føri.


Stendur við sítt

Tað sýntist sum friður aftur valdaði í samgonuni eftir landsstýrisfundin, tíðindafundin og at enda floksfundin hjá Sjálvsstýrisflokkinum týsdagin, men Finnur Helmsdal stendur enn við hvørt einasta orð, hann hevur skrivað og sagt um handfaringina hjá Helenu Dam á Neystabø av nýggju pensjónslógini.

Finnur Helmsdal heldur, at uppskotið hjá landsstýriskvinnuni kom alt ov seint í tingið, og hartil var tað als ikki fullfíggjað.

Spurningurin til Finn Helmsdal í hesum sambandi er, hví hann ikki vísti á sína ónøgd við uppskotið undir viðgerðini í tinginum í staðin fyri at koma við grovum skuldsetingum móti landsstýriskvinnuni, nú pensjónslógin er samtykt.

? Tá landsstýriskvinnan í fjølmiðlunum gav løgtinginum skuldina fyri, at tað gekk sum tað gekk við nýggju pensjónslógini, valdi eg at svara aftur og vísa á, at tað ikki var tingið, men landsstýriskvinnan, ið bar seg skeivt at.


Áttu at víst málinum aftur

Finnur Helmsdal ásannar tó, at hann átti at gjørt ógvusligari vart við ónøgd sína um málið undir politisku viðgerðini. Hann er sannførdur um, at hann átti at havt víst málið frá sær, tá tað var til viðgerðar í trivnaðarnevndini, har hann er limur.

? Eg helt eina dundurrøðu um málið undir viðgerðini í desember, men tað hjálpti so einki. Men eftir atfinningarnar frá løgmanni á tíðindafundinum ætli eg mær í størri mun frameftir at hugsa um at vísa slík mál frá mær í trivnaðarnevndini.

Eina orsøk til, at tingfólk ikki fingu høvi at vísa á skeivleikar í uppskotinum heldur Finnur Helmsdal vera, at málið kom alt ov seint í tingið.

? Fyrri parturin um sjálva pensjónslógina kom í tingið í vár, og tá lovaði landsstýriskvinnan, at seinni parturin skuldi koma fyri beint eftir ólavsøku. Men so varð ikki. Málið varð skrumblað ígjøgnum í endanum av árinum. Orsøkin til, at vit góðtóku hetta var, at vit lótu landsstýriskvinnuna tosa okkum upp í lag.

Hetta heldur Finnur Helmsdal í alt ov stóran mun kemur fyri, tá mál koma úr landsstýrinum í tingið. Tey koma alt ov seint í tingið, og mugu tey tí skundast ígjøgnum. Men Finnur Helmsdal vísir tó á, at sama eisini hevur verið galdandi fyri aðrar landsstýrissamgongur.


Skal ikki rullast við hvødum

Hóast Finnur Helmsdal er ógvuliga ónøgdur við arbeiðsháttin hjá Helenu Dam á Neystabø, hevur hann ongar ætlanir um at leggja fram misálit á landsstýriskvinnuna.

? Eg krevji ikki, at høvd skulu rulla, men eg haldi, at landsstýriskvinnan eigur at taka atfinningarnar til eftirtektar, sigur hann.