Landsstýrið ynskti skiftistíð upp á 63 ár

60 ár vóru á muni á uppskotunum til skiftistíð, tá umboðini hjá landsstýrinum og umboðini hjá stjórnini løgdu ynski síni fram í forsætismálaráðnum í kvøld

Dankska blaðið Jyllands-Posten veit at siga í kvøld, at ynskið hjá landsstýrinum var, at skiftistíðin skuldi vera upp á 63 ár. Føroyar skuldu fáa blokkstuðul komandi 63 árini upp á 650 milliónir árliga, eins og stjórnin skuldi strika skuldina hjá landsstýrinum, sum er upp á 4,4 milliardir krónur.


Sambært blaðnum elvdi hetta til ringan stemning undir samráðingunum.


Eftir samráðingarnar var Poul Nyrup Rasmussen púra greiður: »Danmark vil ikke modsætte sig et færøsk ønske om en selvstændig stat, men ethvert valg har sine konsekvenser. Fuld selvstændighed må følges af fuld ansvarlighed over for økonomi, administration og politik. Tre-fire år er en passende tid til overgang,«, segði hann.


Ein kelda váttar fyri Sosialinum, at tølini, Jyllands-Posten hevur fingið fatur á í Fíggjarmálastýrinum eru røtt. ? Tey eru gjørd fyri at fáa Javnaðarflokk við, sigur keldan.