Landsstýrisfólkini boykotta arbeiðið í Løgtinginum í dag.
Tað er niðurstøðan hjá fleiri løgtingslimum í andstøðuni - men løgmaður er ikki samdur.
Løgtingið viðgerð uppskotini frá Tjóðveldi um at strika lógina um at avtaka Landsbankan, so at hann ikki verður niðurlagdur.
Men tingfólk í andstøðuni fýlast á, at onki landsstýrisfólk er til staðar undir viðgerðini.
Og tað eru tey í andstøðuni, sum halda, at hetta er at niðurgera fólkaræðið. Einasti politiarar úr samgonguni, sum hava tikið orðið, er Bárður Nielsen, formaður í Fíggjarnevndini, sum heldur lítið um, at Tjóðveldi reisir spurningin aftur, hóast tað er heilt stutt síðani, at málið var til viðgerðar í tinginum seinast.
Og Kristianna Winther Poulsen sum ikki tekur undir við, at harta tey, sum leggja uppskot fyri tingið, hóas tað stutt síðani er viðgjørt.
Bill Justinussen heldur, at ein orsøk til, at orðaskiftið er so lítið er, at Tjóðveldi hevur fingið svar 100 ferðir upp á teir somu spurningarnar og tískil er onki eftir at kjakast um og hann skilti ikki, at tey blíva við
Tað er Kristina Háfoss úr Tjóðveldi ikki samd í, tí hon segði, at enn er onki svar komið upp á, hvør skal vera teir óheftu stovnarnir, skuldu vera, sum skuldu røkja uppgávurnar hjá landsbankanum.
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sum hevur eftirlit við landsstýrisfólkunum, staðfestir, at tað er ongin samskipa avgerð, at landsstýrisfólk ikki eru til staðar í tinginum í dag.
Hann viðurkennur rættin hjá tingfólki at leggja uppskot fyri Løgtingið. Men hinvegin heldur hann eisini, at tað at niðurgera løgtingið at leggja uppskot fyri Løgtingið um eitt mál, sum akkurát er avgreitt og sum tey vita, meiriluti ikki er fyri.
- Hetta kann illa takast í álvara og eg havi ikki vitað um slíkan arbeiðshátt tey árini, eg havi verið í politikki, leggur hann afturat.
Vit fingu ikki fatur á Jørgen Niclasen, landsstýrismanni, sum umsitur málsøkið.