Landsstýrismaður í uttanríkismálum?

Ymist er sum hesin fíni, nýggi tittul hevur verið sagdur ella skrivaður higartil. Uttanríkismálaráðharri, uttanríkisministari, landsstýrismaður í uttanríkismálum

Felags er at orðið –ríki- er uppi í øllum. Sjálvt tá løgmaður eitt mánakvøld í januar, eftir langa bíðtíð í trongari stovu í Tinganesi, kungjørdi nýggja landsstýrið, brúkti hann orðið uttanríkis-. Og tað ber bara ikki til. Eingin ivi er um, at tað er púra medvitandi gjørt av Høgna Hoydal, at fáa hetta nýggja orðið inn. Einaferð enn hevur Jóannes Eidesgaard gjørt eina fadesu. Hví tað?

 

Tað er bara ein, ið umboðar Ríkið úteftir, og tað er Per Stig Møller. Tað kunnu aldri vera tveir, sum hava somu uppgávu og sama starv. Jú, men Hoydal umboðar Føroyar úteftir, vil onkur siga. Tað er møguligt, men Føroyar eru einki Ríki, men ein lítil landspartur í einum Ríki.

 

Hin vegin kann man taka hatta við uttanríkis- beint sum tað er sagt. Men so kann Hoydal ikki umboða Føroyaland mótvegis ríkisstjórnini í Keypmannahavn ella grønlendska sjálvstýrinum í Nuuk, tí hesir partar eru jú innanríkis-. Man tað vera tilætlað, at Eidesgaard hevur skorið hesar ríkispartar frá í starvslýsingini hjá Hoydal? Neyvan.

 

Nei, maðurin kann í mesta lagi vera landsstýrismaður í uttanlandamálum. Ella kanska í uttanoyggjamálum. So ber til at fara ein svipp til Áland, Öland, Hetland, Swaziland, Langeland, Lolland, Götaland og Norrland og Rogaland at samráðast. Ella kanska Cook oyggjarnar (skrivast Kukk-oyggjar?)

 

Jamen, er tað ein fadesa, at løgmaður brúkar hetta orðið, uttanríkis- ?. Ja, tí tað er skeivt. Á sama hátt sum Føroyar ongar sendistovur (ambassadur) hava, hvørki í Íslandi, Keypmannahavn, London ella Bruxelles, sjálvt um teir kalla tað sendistovur – so kann eingi landsstýrismaður umboða Ríkið úteftir. Soleiðis eru reglurnar bara.

 

Og Hoydal, sum elskar konfrontatión og at spæla fornermaður, fer at brúka ein hvønn tjans at gera seg upp til nakað, sum hann ikki er. Her eru nýggir møguleikar at forpesta sambandið við Danmark. Og so krevja uppbakning frá Eidesgaard.

Hetta boðar ikki frá góðum.