Ólavur í Beiti
Hans Pauli Strøm og Jógvan Durhuus vilja hava at vita frá landsstýrinum, hvør arbeiðssetningurin hjá teirri nevnd er, sum er sett at arbeiða við ætlanum um nýggjan Fiskivinnuskúla? Hvørja freist hevur nevndin fingið til arbeiðið? Hvussu er nevndin mannað, og út frá hvørjum fyritreytum eru limirnir valdir? Verða arbeiðið hjá verkætlanarbólkinum, sum hevur gjørt eitt uppskot til nýggjan fiskivinnuskúla, og ummælini frá vinnuni, privatum og almennum stovnum tikin við í nevndararbeiðið hjá landsstýrismanninum? Er ætlanin at seta løgtingslóg um yrkisskúlar, sum fyri stuttum varð samtykt í tinginum, í gildi fyri Fiskivinnuskúlan, so vinnan fær størri ávirkan á og ábyrgd av virksemi skúlans?
Arbeiðið steðgað
Í viðmerkingunum til fyrispurningin verður upplýst, at ein verkætlanarbólkur mannaður av núverandi og fyrrverandi lærarum á Fiskivinnuskúlanum hevur í vetur arbeitt við eini ætlan um ein Nýggjan Fiskivinnuskúla - Menningardepil fyri Fiskaídnað og Havbúnað (sí fylgiskjal). Skitsuuppskot frá bólkinum um nýggjan skúla hevur verið til ummælis hjá umboðum frá vinnuni, almennum stovnum o.ø.
? Arbeiðið hjá bólkinum er fyribils steðgað upp, tí landsstýrismaðurin í undirvísingarmálum, Signar á Brúnni, hevur boðað frá, at hann hevur ætlanir um at seta eina nevnd at viðgera spurningin um ein framtíðar Fiskivinnuskúla. Tí er vandi fyri, at fyrireikingararbeiðið hjá verkætlanarbólkinum hevur verið til fánýtis, og at ummælini av skitsuuppskotinum hjá bólkinum ikki verða hoyrd.
Landsstovnur
? Fiskivinnuskúlin er í dag skipaður sum landsstovnur, meðan hinir yrkisskúlarnir eru sjálvsognarstovnar. Undir fyrireikingini av nýggju løgtingslógini um yrkisskúlar vóru skúlaleiðsla og lærararáð spurd, um tað var ynskiligt at skipa Fiskivinnuskúlan sum sjálvsognarstovn undir hesi lóg. Svarið var avgjørt játtandi.
? Men tá lógin varð løgd fyri tingið, hevði landsstýrismaðurin broytt støðu, tí nú skuldi Fiskivinnuskúlin (hvørs fulla navn er ?Føroya Yrkisskúli fyri Fiskaídnað og Havbúnað?) sum einasti yrkisskúlin ikki undir yrkisskúlalógina. Hetta verður av leiðslu og lærararáði skúlans hildið at vera sera óheppið, tí júst ein yrkisskúli sum Fiskivinnuskúlin hevur stóran tørv á so tøttum samstarvi við vinnuna, sum eitt stýri, umboðandi vinnuna, kann tryggja.
? Hetta er uppaftur meira neyðugt, ja møguliga ein neyðug fyritreyt, í ætlanunum hjá verkætlanarbólkinum at menna Fiskivinnuskúlan til ein Menningardepil fyri Fiskaídnað og Havbúnað, siga Hans Pauli Strøm og Jógvan Durhuus at enda í viðmerkingunum.