Landsstýrissess fyri at fara í samgongu

? Tað hava bert verið óformligar samrøður millum Landsstýrið og Miðflokkin um at fara upp í samgonguna, men tað verður ikki gjørt, uttan so at ein landsstýris

Jenis av Rana er ónøgdur við at vera í andstøðu. Hann orkar ikki a sita og siga nei til alt, sum samgongan kemur við.

? Andstøðupolitikkur nýtist heldur ikki at verða mótsetningur. Tað kann eins væl vera, at royna at bøta um tað, sum samgongan kemur við, sigur Jens av Rana.

Hann hevur seinastu tíðina havt fundir við Landsstýrið og serliga Høgna Hoydal, landsstýtrismann, um uppskotið um fullveldi.

Sambært stýrisskipanarlógini kann landsstýrið fara niður til Danmarkar at samráðast um ein sáttmála, uttan um løgtingið.


Tingið og fólkið skal takast við í ráðum

Tað heldur Jenis av Rana ikki verða rætt. Hann vil hava, at Landsstýrið tekur tingið við í ráðum, áðrenn farið verður til Danmarkar, og at Føroya fólk eisini fær sagt sína hugsan, áðrenn málið um fullveldi verður lagt fram fyri danir.

? Tað er avgjørt áhugavert at vita, hvat tingið fer at siga um málið. Góðtekur tingið uppskotið, so er í lagi, men samtykkir tingið ikki, so noyðist Landsstýrið at setast aftur.

Tað áhugaverda er, um tingið góðtekur hetta, um tað gongur út yvir vælferðina í Føroyum. Tað haldi eg verða mest átrokandi mál júst nú, sigur tingmaðurin.

Hann hevur fingið tilsøgn frá Landsstýrinum um at fólkaatkvøðan fyri uppskotinum hjá samgonguni skal vera bindandi.

Ein fólkaatkvøða skal vera, um at gera føroyska grundlóg og onnur fólkaatkvøða fyri, um vit skulu hava fullveldi ella ikki.

? Longu í vár skal setast ein nevnd at gera grundlóg. Upprunaliga var ætlanin at nevndin skuldi mannast av embætisfólkum, men Jenis av Rana hevur fingið samgonguna at játta, at eitt umboð fyri hvønn flokk fær sæti í nevndini.

Tað var meðan hesar samráðingar fóru fram, at tosið fall á, hvørt Miðflokkurin var hugaður at kom í samgonguna.


Eg orki ikki bert

at siga nei

? Tað er ikki tað grundleggjandi í hesum máli, hvørt vit fara í samgongu ella ikki, men meira tað, at eg ikki orki at sita og siga nei til alt, sum Landsstýrið kemur í tingið við. Og kortini, gevur samstarvið okkum so frægt av ávirkan, so fara vit upp í samgonguna, sigur Jenis av Rana.

? Hvat vilja tit krevja afturfyri?

? Miðflokkurin hevur nøkur mál at stríðast fyri, og tey fara vit at royna at gera nakað við, sigur Jenis av Rana, og leggur aftrat, at hann fer ikki upp í samgonguna, uttan so at flokkurin fær ein landsstýrissess.


Kanska í Tinganes, um boð verða eftir honum

Spurdur, um tað fór at vera Jenis av Rana, sum møguliga fer í Tinganes, sigur hann, at tað ikki hevur verið umrøtt, men hann vísir heldur ikki møguleikanum aftur.

? Sum lækni veitst tú, hvussu nógv liggur á láni í heilsuligu og sosialu skipan okkara. Er fullveldi ikki vandamikið fyri vælferðina?

? Nú havi eg fingið vissu fyri, at Landsstýrið ikki fer uttan um tingið og Føroya fólk, eins og eg havi fingið vissu fyri at ein kanning skal gerast um fíggjarviðurskiftini fimm ár fram. Úrslitið av kanningini skal harnæst leggjast fram í tinginum. Um úrslitið av kanningini ikki er nøktandi, so fær Landsstýrið ikki loyvi at fara niður at samráðast.

? Tað er trygd fyri, at okkara samfelagsskipan ikki fer fyri skeyti, og forðar fyri at nakað verður gjørt í óðum verki, sigur Jenis av Rana.


Vil vera við til at bøta um uppskotið

? Kann ikki hugsast, at ein landsstýrissessur er meira lokkandi enn trygdin fyri sosialu og heilsuligu skipanini?

? Vit tráða ikki eftir sessinum, men eg kann eins væl vera við at bøta um tað, sumLandsstýrið kemur við.

? Tekur tú hervið ikki undir við uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum?

? Nei, eg havi atkvøtt fyri tí áður, men nú haldi eg, at tað bert verður sett fram, fyri at mótarbeiða uppskotinum hjá Landsstýrinum. Javnaðarflokkurin er bert sinnaðir fyri at fáa sítt uppskot samtykt.


Kanning um fíggjarvánirnar avgerandi

? Ert tú fyri ella ímóti fullveldinum?

? Eg seti meg ikki føran fyri at svara, áðrenn vit hava sæð kanningina hjá Landsstýrinum. Hon verður um fíggjarligu vánirnar fimm ár fram í tíðina, har vit greitt fáa at vita, hvussu útlitini eru bæði sosialt og heilsuliga.

? Grundleggjandi eri eg fyri at føroyingar standa á egnum beinum, men vit skulu ikki fara út um landoddarnar við málinum, áðrenn vit sjálvi hava gjørt okkum greitt, hvat hetta inniber, sigur Jenis av Rana.

Hann veit ikki rættliga, hvussu úrslitið av kanningini hugsandi fer at vera, men gongur tað út yvir vælferðina, er tað upp til Føroya fólk at taka støðu, hvørt vit skulu hava fullveldi. Tað vil Jenis av Rana ikki taka støðu til.