Landsstýrið farið undir stevningina

Tá danska stjórnin seinnapartin í gjár, ikki hevði latið frætta frá sær, fór umsitingin í Tinganesi undir at skriva stevningina

Mánadagin seinnapartin var Landsstýrið komið til ta niðurstøðu, at tað var tvingað at stevna í bankamálinum.

Landsstýrinum hevði tá einki frætt aftur um brævið til donsku stjórnina fríggjadagin, ið var ein áheitan um kortini at fara undir samráðingarnar sum skjótast.

Rúni Joensen, løgmansfulltrúi sigur, at teir hava tríggjar vikur at skriva stevningina, og at tað er tann tíð, sum slíkt arbeiði krevur.


Velst um hvat

Danske Bank vil gera

Spurdur um tað er rætt, sum forsætisráðharrin sigur, at stevningin bert er formlig, fyri at fáa fyrningarfreistina burtur, sigur Rúni Joensen, at eitt rættarmál altíð kann takast aftur, um partarnir semjast um tað. Her er kortini talan um tríggjar partar: Den Danske Bank, Fíggingargrunnurin og danska stjórnin. Eingin veit hvussu teir fara ats eta seg til stevningarspurningin.

­ Tað velst alt um, hvat Den Danske Bank vil. Endar málið í rættinum, dettur tilboðið frá Danske Bank um endurgjald, tilsamans einar 200 - 300 mió. krónur burtur, og tá kennir bankin seg kanska frítt stillaðan at krevja málið í rættin.

­ Verður tað veruleiki, fáa vit nógv umrøddu dómarakanningina kortini, sigur Rúni Joensen.

Hugsandi er eisini at Landsstýrið og danska stjórnin einaferð í summar fara at samráðast og gera avtalu, men Danske Bank kann frameftir krevja málið í rættin.


Landsstýrið er

tvingað at stevna

­ Er tað tí ikki vandamikið at stevna?

­ Vit kunnu ikki gera annað, tí Landsstýrið hevur skyldur og áhugamál mótvegis landskassanum at røkja. Tí noyðist Landsstýrið at stevna, sigur Rúni Joensen.

Landsstýrið hevur munnliga biðið fíggjarnevndina at játta 20 mió krónur, sum skulu nýtast í sambandi við stevningina.

Tað kostar 15 mió. krónur at stevna teir tríggjar partarnar í málinum, umframt at tað eisini eru aðrar útreiðslur í samband við stevningina.

Fíggjarlógin skal viðgera málið, men Landsstýrið hevur fingið ábending um eitt positivt svar, frættist úr Tinganesi.