Landsstýrið selur allan ognarlutin í Smyril Line

- Sølan skal eftir ætlan verða avgreidd í endanum av november 2023, sigur løgmansskrivstovan.

Føroya Landsstýri hevur tikið avgerð um at selja allan ognarlutin hjá landinum í P/F Smyril-Line.

 

Talan er um ein ognarlut á 16,238 prosent av samlaða partapeninginum í P/F Smyril-Line.

 

Sølan skal eftir ætlan verða avgreidd í endanum av november 2023.

 

Tað er Faroe Law saman við Kamaradvokatinum, Poul Schmith, ið stendur fyri søluni.

 

- Nærri kunning um treytir og annað kann lesast um heimasíðuna hjá løgmansskrivstovuni.