Landsstýrisformaðurin: Grønland er ikki til sølu

Grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen, endurtekur, at Grønland ikki er til sølu.

Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau

Útmeldingin kemur, eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, í dag á Nato-toppfundi segði, at Grønland eigur at vera undir amerikonskum – ikki donskum – tamarhaldi.

 

– Tíverri mugu vit endurtaka enn einaferð: Grønland er ikki til sølu. Virðing má vera fyri landamørkum, altjóða lóg og okkara sjálvsavgerðarrætti.

 

– Framtíð Grønlands verður avgjørd av okkum í Grønlandi og ikki av øðrum. At endurtaka ynskið um at yvirtaka ella stýra landi okkara broytir einki, sigur Jens-Frederik Nielsen í einari fráboðan.

 

Donald Trump hevur síðani 2019 fleiri ferðir sagt, at hann ynskir, at USA skal yvirtaka Grønland. Hann hevur eisini grundgivið hetta við trygdarpolitiskum atlitum.

 

Bæði Danmark og Grønland hava tó fleiri ferðir víst aftur hesum og staðfest, at Grønland ikki er til sølu.

 

Danska forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, segði eisini undan Nato-toppfundinum, at USA skal virða landamørk og fullveldi hjá Kongaríkinum Danmark.

 

Hon staðfesti samstundis, at Danmark sjálvandi er til reiðar at verja Kongaríkið Danmark, eisini Grønland.

 

 

Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau