U20 EM: Sveis skoraði 50 mál móti Turkalandi í okkara bólki

Føroyar spæla í løtuni móti Serbia

Mynd: Sveisiska hondbóltssambandið

Hálvleikssteðgur er í dystinum millum Føroyar og Serbia í innleiðandi bólki B í U20 EM-endaspælinum í Rumenia.

 

Føroyar eru á odda 17-14 í steðginum.

 

Fyrr í dag leiktu hini bæði liðini í okkara bólki, Sveis og Turkaland.

 

Sveis skoraði heili 50 mál, og vann stórsigur 50-32 á Turkalandi. Í steðginum var Sveis tó bara á odda 20-19, men í seinna hálvleiki var sveisiska liðið flúgvandi.

 

Í morgin klokkan 12.30 spæla Føroyar móti Turkalandi. Portalurin stroymir dystin, og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. 

 

Mynd: Sveisiska hondbóltssambandið