Tað upplýsir familja hennara í einari fráboðan á sosialu miðlunum í kvøld.
Dolly Parton gjørdist ígjøgnum sína longu yrkisleið kend um allan heim við sangum sum „Jolene“, „9 to 5“ og „I Will Always Love You“.
Hon varð fødd 19. januar 1946 í Tennessee í USA og vaks upp í einari familju við 12 børnum. Parton menti seg til eina av størstu stjørnunum í countrytónleikinum og gjørdist eisini kend sum sangskrivari, sjónleikari og vælgerðarfólk.
Í mai varð boðað frá, at hon noyddist at avlýsa eina røð av konsertum í Las Vegas vegna heilsutrupulleikar.
Ritzau
##med2##
##med3##
##med4##










