Margit Stórá vitjaði saman við embætisfólkum á Landavegnum í dag, og høvið varð eisini nýtt til at vísa henni nýggja kontrollrúmið. Hetta skrivar Sev.
- Vit hava havt ein góðan fund við landsstýriskvinnuna í dag, har vit m.a. umrøddu grøna orkuskiftið, avlopsel og skiftandi tímaprísir”, sigur Haraldur S. Hammer, nevndarformaður í Sev.
Síðan nevndin tók við 28. februar, hevur hon lagt stóra orku í at seta seg inn í økið og málini, sum avgerð skal takast um.
- Sev er veitari av samfelagsberandi tænastum, og tað er av alstórum týdningi, at hava gott samstarv við landsstýriskvinnuna og umhvørvismálaráðið”, sigur Haraldur S. Hammer.