Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, heldur, at endamálið við landsstýrismálanevndini hevur verið gott frá byrjan av. Hann ásannar tó, at tað er ein trupulleiki, at politikkarar skulu viðgera løgfrøðilig mál.
Hann vísir á, at landsstýrismálanevndin hevur løgfrøðiliga ráðgeving at stuðla sær at, men at politikkur ofta kemur í niðurstøðurnar hjá nevndini.
- Tað er næstan meginreglan, at um løgfrøðiligu niðurstøðurnar eru atfinningarsamar, so ganga samgongulimirnir ímóti løgfrøðingunum og verja samgonguna, sigur hann.
- Landsstýrismálanevndin tænir ongum endamáli, so leingi sum samgongan misnýtir hana, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi.
Høgni Hoydal minnist, at landsstýrismálanevndin spældi ein leiklut fyrstu árini, hann var í politikki.
- Men tá ABC samgongan tók við í 2004, broytti hon samansetingina av nevndini, so at samgongan fekk tvey umboð og andstøðan eitt. Síðani tá hava samgonguumboðini forða fyri, at nevndin fær gjørt sítt arbeiði, sigur hann.
Jenis av Rana er eisini eirindaleysur í sínum atfinningum móti landsstýrisnevndini.
- Landsstýrismálanevndin er í besta føri virðisleys, sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum.
- Meirilutin hevur altíð ein áhuga í, at einki hendir, tí annars kann samgongan rúka. Hetta ger at nevndin verður ov veik. Hon torir ikki at koma við greiðum ella umstríddum niðurstøðum, sigur hann.
Jenis av Rana sigur eisini, at av tí at løgtingið kann krevja, at kanningarstjóri verður settur, er landsstýrismálanevndin eitt óneyðut millumlið.
Kári P. Højgaard, formaður í Sjálvstýrisflokkinum, ásannar, at landsstýrismálanevndin hevur onki álit millum fólk, so sum hon er samansett í dag. Trupulleikin liggur í, at nevndin hevur so lítið trúvirði, so leingi sum samansetingin av nevndini er sum hon er.
Landsstýrismálanevndin skal tó broytist og ikki avtakast, sigur Kári P. Højgaard.
- Niðurstøðan er, at tað framhaldandi verður neyðugt, at hava eina Landstýrismálanevnd. Uppskotið, sum Kári á Rógvi hevur víst á, er ein gongd leið, har samgonga og andstøða velja tveir limir, meðan ein óheftur uttanhýsis løgfrøðingur verður fimti limur og formaður í nevndini, sigur Kári P. Højgaard.
Alfred Olsen, formaður fyri tingmanning Sambandsfloksins, ynskir ikki at gera nakrar broytingar viðvíkjandi landsstýrismálanevndini.
- Hon er ein partur av tí Stýrisskipan vit hava, og Sambandsflokkurin sær onga orsøk til at avtaka hana, sigur Alfred Olsen.
- Vit hava als ikki tosað um at avtaka landsstýrismálanevndina, men vilja varðveita hana sum hon er.
Jákup Mikkelsen, formaður í tingmanningini hjá Fólkaflokkinum, sigur, at fólkaflokkurin fer seinni í vikuni at hava fund um landsstýrismálanevndina og hann vil tí ikki gera nakrar viðmerkingar til málið.
Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa eina viðmerking frá Poul Michelsen, formanni í Framsókn.
Les meiri um landsstýrismálanevndina í blaðnum í dag.