– Landsstýrismálanevndin er enn ikki komin til nakra endaliga niðurstøðu í málinum um Eysturoyartunnilin, sigur forkvinnan í nevndini, Sirið Stenberg.
Nevndin hevur annars sitið á fundi allan fyrrapartin og til nakað eftir døgurða, men fyri góðum tíma síðani varð fundurin lagdur niður, og hann verður tikin uppaftur klokkan hálvgum níggju í morginári. – Vit eru í ferð við at viðgera eitt uppskot til niðurstøðu í málinum, men eg fái tíverri ikki sagt meira enn tað í løtuni, sigur forkvinnan í landsstýrismálanevndini.
Tað er handfaringin, sum fyrrverandi landsstýrismaðurin í innlendismálum, Kári P. Højgaard, hevði av Eysturoyartunlinum, sum landsstýrismálanevndin hevur til viðgerðar.
Eitt nú verður kannað, um Kári P. Højgaard breyt lógina um ábyrgd landsstýrismanna, tí hann ikki tók umbidnar upplýsingar frá Landsverki við, tá hann svaraði einum fyrispurningi á tingi um tunnilin. Eisini verður kannaður tann parturin av málinum, ið snýr seg um milliónina, sum danska felagið CIP skuldi fáa, um sáttmáli um tunnilin ikki varð undirskrivaður fyri 1. september.
– Eg rokni við, at vit eru klár við eini niðurstøðu fyri miðdag í morgin, sigur Sirið Stenberg.
Umframt at viðgera leiklutin hjá Kára P. Højgaard í sambandi við Eysturoyartunnilin, hevur landsstýrismálanevndin eisini fingið eina kæru um leiklutin hjá Kaj Leo Johannesen, løgmanni, í hesum sama máli.