- Tað sigur seg sjálvt, at um tingið ikki metur, at eg havi gjørt mítt arbeiði til lítar ella havi røkt hesa uppgávu nóg væl, so havi eg ein trupulleika. Tað sigur Kári P. Højgaard í kjalarvørrinum av lívliga orðaskiftinum, sum er í tinginum í løtuni.
Skálafjarðartunnilin er til viðgerar, og orðaskiftið er sera lívligt. Fleiri samgongulimir hava víst sína ónøgd við uppskotinum hjá Kára P. Højgaard, landsstýrismanni í innlendismálum.
- Vit hava havt samráðingar og komnir til eina semju við eitt felag. Um tingið nú vraka mítt arbeiði, so sigur tað seg sjálvt, at eg havi ein trupulleika, sigur Kári P. Højgaard.
Hann sigur, at um uppskot hansara verður vrakað av tinginum, so má hann taka støðu til hvat hann síðani skal gera. Spurdur um hann metir tað sum eitt misálit ímóti sær, um uppskotið ikki verður samtykt sigur hann, at eingin ivi er um, at um tingið ikki samtykkir uppskotið, so hevur hann okkurt at hugsað um og taka støðu til. Landsstýrismaðurin heldur, at um hetta uppskotið ikki verður samtykt longur, so hevur hann mist sítt trúvirði.
- Mær dámar illa at taka støðu út frá hvat kann henda, men um tingið ikki samtykkir hetta uppskotið, so er einki trúvirði longur, sigur Kári P. Højgaard.
Fýra uppskot eru løgd fyri tingið og eitt fimta er ávegis.
Samgongutinglimir, sum í dag hava víst sína ónøgd við uppskotið frá landsstýrismanninum, eru eitt nú Jenis av Rana úr Miðflokkinum, Jákup Mikkelsen, Bjarni Djurholm og Brandur Sandoy úr Fólkaflokkinum og Bárður Nielsen úr Sambandsflokkinum.