Tað hevur í nøkur ár eftirhondini borið til at fáa upplýsingar um veðrið frá Landsverki beinleiðis inn á fartelefonina umvegis sms. Nú verður farið eitt stig víðari við waptænastuni, har tú nú kanst heinta júst somu upplýsingar um veður og vind kring landið.
Nú ber til at fáa upplýsingar um veðrið umvegis waptænastuna hjá Landsverki.
- Vit hava gjørt tað so einfalt, sum til ber, sigur Ewald Kjølbro, deildarleiðari á havnadeildini á Landsverki.
- Tú skrivar bara www.lv.fo/m/ og fær síðan eitt samlað yvirlit yvir veðrið beinleiðis inn á fartelefonina frá teimum ymisku veðurstøðunum hjá Landsverki kring landið. Leinkjuna kanst tú so goyma sum »short cut«, sigur Ewald Kjølbro.
Landsverk hevur samanlagt 21 veðurstøðir kring landið, sum veita upplýsingar um hita, vind, ætt og hvirlur.
- Tað næsta fólk kunnu vænta sær frá okkum eru vevmyndir knýttar at veðurupplýsingunum, soleiðis at tú eisini fært møguleikan at síggja veðrið, sigur Ewald Kjølbro.
Av teimum 21 veðurstøðunum kring landið, hava átta vevmyndatól.