Ósemja
á Fútakletti:Vágamenn gjørdu bart fíggjamorgunin og steðgaðu asfaltarbeiðinum við tunnilsvegin á Fútakletti.
Lastbilar úr Vágum hava seinastu dagarnar koyrt grót til vegin frá undirsjóvartunlinum, men vórðu hóskvøldið útskeiðaðir, tí nú var liðugt hesaferð, fingu teir at vita.
Men samstundis koyrdu bilar úr Kollafirði skerv gjøgnum undirsjóvartunnilin og løgdu í rúgvu fram við tunnilsvegnum Vágamegin. Og fríggjamorgunin fóru somu bilar at leggja skervin út til at asfaltera oman yvir.
Niels Olgar Joensen, sum er talsmaður hjá lastbilførarunum í Vágum, sigur við Sosialin, at teir meta tað vera vanbýti av ringasta slag, at bilar koma av oynni at gera arbeiði, sum teir líka væl kund gjørt. Seriga tá teir hóskvøldið vórðu koyrdir til hús við teimum boðum, at tað var ikki meira arbeiði at gera í samband við asfalteringina.
Undirhonds avtala
?Hevði arbeiðið so av illum verið boðið út, og onkur annar var lægri enn vit, so kundu vit góðtikið tað. Men tað er bara latið einum ávísum felag undirhonds at gera frá landsverkfrøðinignum, sigur Niels Olgar Joensen.
Hann sigur, at tað tykist sum at landsverkfrøðingurin tekur felagið IR Lastvognar í Kollafirði fram um aðrar, tá talan er um koyring av skervi. Og tað vilja hinir lastvognførararnir ikki góðtaka.
Óli Petersen, sum umsitir málið hjá landsverkfrøðinginum, viðgongur fyri Sosialinum, at talan veruliga er um eina undirhonds avtalu, sum hann hevur gjørt við IR Lastvognar.
?Grundin var tann, at arbeiðið skuldi gerast her og nú, og vit høvdu ikki tíð at bjóða tað út, sigur Óli Petersen á landsverkfrøðingsstovninum.
Hann sigur, at landsverkfrøðingurin fyrr hevur boðið koyring av skervi í samband við asfaltverkið í Hundsarabotni út, og IR Lastvognar høvdu nógv lægst tilboð og fingu sostatt arbeiðið at koyra skerv úr Kollafiðri niðan í Hundarabotn.
Í hesum førinum varð so avtalað, at IR Lastvognar skuldu koyra skervin, sum er innfluttur úr Noreg, frá skipinum í Kollafirði til arbeiðsplássið. Avtalaði prísurin fyri tað er kr. 21,- fyri tonsið, sigur Óli Petersen.
Plássið ella vegin
Men Óli Petersen dugdi ikki at siga, um tilboðið umfataði koyring til sjálvt arbeiðsplássið, sum hann segði, at tað stóð í avtaluni, ella um tað eisini umfataði útlegging á vegin, samstundis sum afalterað verður.
Víst varð á, at skervurin í fystta umfarið verður koyrdur vestur í Vágar, gjøgnum undirsjóvartunnilin, og lagdur í rúgvu við vegin. Síðan koma lastbilarnir hjá IR Lastvognum aftur og leggja í sleðuna, sum landsverkfrøðingurin brúkar at leggja hann út á vegin við. Men um hetta arbeiðið eisini var uppi í teimum 21,- krónunum fyri tonsið, visti hann ikki at siga.
Heldur ikki dugdi hann at siga, hvør rindaði fyri gravimaskinuna hjá landsverkfrøðinginum, sum brúkt varð at fylla í aftur bilarnar við, tá teir skuldu leggja út.
Hinvegin visti arbeiðsformaðurin hjá landsverkfrøðinginum í Vágum, at hon varð brúkt av asfaltarbeiðarunum hjá landsverkførðinginum.
Men Begga Rasmussen, sum rekur fyritøkuna IR Lastvognar í Kollafirði, segði við Sosialin fríggjamorgunin, at útleggingin av skervinum var íroknað tær 21,- krónurnar fyri tonsið, sum avtalað var við landsverkfrøðingin.
?Landsverkførðingurin er so mikið góður kundi hjá okkum, at vit hildu tað vera í lagi, at vit eisini lata bilarnar leggja skervin út á vegin fyri sama prís, sum avtalaður er fyri flutningin vestur, sigur hon.
Løgin atburður
Begga Rasmussen heldur tað vera sera løgnan atburð av vágamonnum at forða fyri, at teirra bilar sleppa til arbeiðis.
?Sosleiðis gera vit ikki, tá teir koma á Streymoynna at arbeiða, sigur hon, og heldur, at tað at binda oyggjar saman soleiðis, sum undirsjóvartunnilin ger, júst skuldi verið fyri at gera tað lættari at flyta arbeiðsmegi ímillum.
Tí vísir Niels Olar Joensen aftur við teirri viðmerking, at vágabilar fáa einki arbeiði á Streymoynni. Teir hava verið onkran hendinga túr Leynamegin í samband við arbeiðið í undirsjóvartunlinum, og so er tað onkur túrur í Hundsarabotn eftir tilfari at brúka í Vágum.
?Men vit noyðast at sigla við Ternuni aftur og fram og gjalda fyri tað, meðan hesin flutningurin fer gjøgnum tunnilin uttan gjald. Tað er eisini ójøvn kapping, vísir hann á.
Óli Petersen á landsverkfrøðingsskrivstovuni sigur, at har varð ikki hildið nakað skeivt vera í at koyra gjøgnum tunnilin, tí talan var um tilfar til tunnilsvegin.
Hóast Sosialurin kennir innihaldið í avtaluni millum landsverkfrøðingin og IR Lastvognar, varð umsókn um alment innlit sýtt okkum frá landsverkfrøðinginum við teirri grundgeving, at talan var um eitt innanhýsis skjal.