Langabbin við hesthala

Hans Jacob Hansen í Fuglafirði er ikki einans hjáleikari í filminum, Barbaru. Hann var, og er so mangt. Listamálari, ið hvørki ræðist Picasso ella Ingálv. Tónasmiður og leikari, ið hevur tikið nýggjastu tøknina til sín. Skald og rithøvundur, sum ikki smæðist burturímillum tey frægastu. Og giftur við Vilhelminu, ið hann fekk seks børn við, so at siga í einari rúgvu. Summum longist eftir manninum handan hárið, men fyribils fer blíðskortaði Hans Jacob, sum Samson á sinni, at lata alt hanga í friði?

Vit vistu ikki, hvar í bygdini, Hans Jacob Hansen búði, og eins lítið visti lítli Fróði, ið gekk og spældi við hundahvølpar sínar í einum garði norðuri á Bakka, tá vit spurdu hann, hvar Hans Jacob búði. Men, tá vit spurdu hann uppaftur eftir tí gamla manninum við tí stóra skegginum og hesthalanum, peikaði hann avgjørdur norður á Bakka:

? Hann býr í hasum hvítu, haryviri?

Norðuri á Bakka hevur Hans Jacob Hansen, Hans Jacob á Brúnni, ið er føddur í 1928, búð í 29 ár. Nógvir føroyingar eiga at kenna hann úr filminum hjá Nils Malmros, Barbara. Í danska filminum hevði hárfagri pensjónisturin úr Fuglafirði leiklutin sum Tórmaður. Tað var hann, sum segði frá huldusøgum í filminum.


Úr máling í tónasmíð

Átta ferðir hevur hann verið lagdur undir skurð, við tí fyri eyga, at bøta um sjónina. Í dag er bert fjórðingur eftir av sjónini, men tað ið eftir er, er tíbetur alt á einum eyga. Spurdur, hvussu skapanarevnini koma til sjóndar, nú ikki ber til at mála longur, sigur hann seg hava kastað seg yvir í tónasmíð. Hetta arbeiðið verður gjørt á teldu. Burturúr hesum arbeiðið, spretta bæði sálma- og harmonikuløg. Onki er komið út enn, men okkurt av tí hevur hann sjálvur spælt í Útvarpinum. Einaferð hevur hann spælt egin løg á harmoniku í Sjónvarpinum. Hetta var í sambandi við fólkatingsval.

Hans Jacob er eisini rithøvundur. Í 1990 gav hann út bókina, á Brúnni. Bókin er eitt savn við yrkingum og hugleiðingum.

? Eg havi málað handan málningin har; tá var eg ikki blindur, sigur Hans Jacob og peikar yvir á eina fjøllitta kubistiska brotamynd, málað á eina vatnfasta krossfinerplátu. Hetta málaða frístykkið, tók honum einar 400 tímar at gera. Stóri flatin er abstraktur, meðan miðjan tykist meira náttúrlig, við einum føroyingi á hestbaki sum myndevni. Er áskoðarin lættur á flogi, súgva ógvulsliga málningastøddin og teir umleið 5.000 ymiskt littu trýáhyrningar hann inn í annan heim.


? So stór lørift fingust ikki tá á døgum, sigur langhærdi fuglfirðingurin. Málningurin á træplátuni er o.u. 3,3 fermetrar til støddar.

Kanska er tað stór synd, at hetta áhugaverda verk, á ongum sinni hevur verið sýnt fram aðrarstaðir enn í Fuglafirði?

Leggjast kann afturat, at bróðurparturin av tapetinum í stovuni hjá Hans Jacobi og konuni, Vilhelminu, hvørva afturundir listarverkum, ið hann sjálvur og døturnar hava latið úr hondum.


Sýndi fram undir Krígnum

Hóast onkur, eftir útsjóndini at døma, kundi lagt Hans Jacob undir at vera provokatør, er hetta neyvan so. Treyðugt so, døturnar hava altíð hildið pápan vera sjáldsaman, vil hann vera við.

Í sjálvum sær; at hava listaframsýning undir Seinna Heimsbardaga, man hava verið sjáldsamt, og tað játtar Hans Jacob eisini.

Eyðkendi fuglfirðingurin fór heilt ungur at mála. At byrja við málaði hann á glas. Hetta var sum nevnt undir Seinna Heimsbardaga, tá hann var eini 13, 14 ára gamal. Myndaevnini vóru mest fuglar og blómur. Eisini gjørdi hann jólakort, ið vóru málað á glas!. Móttøkan av slíkari list var góð, tí tað var so sjáldan, at nakar tókst við at mála, tá á døgum.

? Jólakortini, minnist eg, gingu sum heit Vienarbreyð, sigur Hans Jacob, ið longu 14 ára gamal, sum so mangur fór til sjós. Hann fór at rógva út suður úr Bakkafirði í Íslandi.

? Eg havi lisið meg til, at 1.000 skip vórðu søkt í Norðuratlantshavi í 1942, tað árið, eg fór til sjós. Eg noyðist eisini at viðganga, at eg var eitt sindur bangin, tá vit vóru á veg yvir við Kyrjasteini, tí vit sóu ikki færri enn 11 minur á ferðini til Íslands. Skiparin skeyt fleiri niður, minnist eg?

Við Kyrjasteini var Hans Jacob eisini undir Grønlandi.

Seinni var Hans Jacob seks vetrar og róði út undir Vestmannoyggjum, eins og hann var við trolaranum, Ólavi Halga, hvønn túr í hálvttriðja ár. Størsta partin av arbeiðslívinum var hann knýttur at landingini í bygdini. Í 23 ár landaði hann sildaskip í Fuglafirði.

? Eg sigi tað bart út: Hetta var eitt lortaarbeiði, sum oyðilegði mær eyguni. Tá á døgum varð alt lempað við kvísl, og meðan arbeitt varð, stóð formalinroykurin úr sildarúgvunum í lastini. Tíbetur er hetta broytt. Nú nerta teir ikki kvísl, sigur Hans Jacob, ið av og á egnir nakrar stampar fyri beiggja sín, ið hevur ein maskinbát.


Mentanarligur

undangongumaður

Tríati ár eru liðin síðan listaframsýningin á Varmakeldu, sum slík, varð verunleiki; men longu í 1958 hevði Hans Jacob egnar framsýningar. Tær vóru í Klaksvík og í Tórshavn. Í 1969 orðaði hann við Frits Johannesen, ið tá var farin at mála, um tað ikki hevði verið best, um teir vóru fleiri, ið sýndu fram.

Teir vóru nógvir, ið málaðu tá, og tá avtornaði vórðu teir tíggju, ið vildu sýnda fram. Síðani tá hevur framsýningin verið á hvørjum ári. Fyrstu árini var Hans Jacob við, hvørjaferð.


Hans Jacob, ið longu hevði málað fleiri ár, seldi mest á tí framsýningini; seks málningar. Hetta helt hann vera gott, tá havt varð í huga, at hann ikki hevði lært at mála.

? Eg umhugsaði ongantíð at fara uppá listaskúla, sum t.d. Ingálvur av Reyni, tí eg var bara 24 ár tá eg giftist, og vit fingu seks børn, so at siga í eini rúgvu. Eg noyddist at arbeiða, fyri at fáa allan hendan hóp undan, sum frægast. Eg havi ikki fingið realiserað meg listarliga í nóg stóran mun; tað er vist.. Hevði eg havt lært at mála, og havt betri tíð, so hevði alt kanska verðið øðrvísi. Einasta frálæra eg havi fingið, er eitt kvøldskúlaskeið í perspektivtekning, einaferð seinast í fýratiárunum, sigur Hans Jacob brosandi.


Var ofta í Havn

Á yngri árum, hevði hann nógv sambond við høvuðsstaðin. Í listarligum, og øðrum høpi.

? Eg gjørdist sjúkur í oktober 1957, og lá á Sanatoriinum í 7 mánaðar. Tá kundi eg ikki arbeiða vanligt arbeiði tvey tey fyrstu árini. Hesa tíðina málaði eg av álvara. Ofta var eg niðri í fjøruni og málaði t.d. Nólsoynna. Eg hevði samband við Ingálv av Reyni, ta tíðina, og vit tosaðu nógv um málningalist. Ingálvur var longu tá kendur fyri at vera eksperimenterandi.

Sølan, hesa tíðina, var heilt hampulig, og listarliga viðurkenningin ikki minni góð. Árið eftir, í 1958, fekk Hans Jacob fimm málningar við á Ólavsøkuframsýningina, ið longu tá var sensurera.

? Syskinabarn mítt var giftur við Turid Waagstein, dóttur listamannin og tónasmiðin, Jógvan Waagstein. Á ferðum mínum til Tórshavnar, búði eg ofta hjá teimum. Eg slapp at hyggja at, meðan naturalisturin, Waagstein, málaði, og hesar løtur lærdi eg nógv gott, tí Jógvan var ein stórur listamaður. Fyri Kríggið, seldi hann ein málning til Onglands fyri 1.000 krónur. Tað vóru nógvir pengar tá á døgum tá ein fílari forvann 500 krónur um ári, sigur Hans Jacob Hansen.


Langabbi við hesthala

Tað dylist ikki fyri, at Hans Jacob Hansen er hárfagur maður. Vit spurdu hann, um hann var vorðin provokatørur á gamansaldrinum, ella um hann framvegis royndi at heysta sum best í kjalarvørrinum av Barbaru. Ella kanska er tað hin yngsti, ið ger uppreistur móti teimum gomlu..? Hann er jú nógv yngstur av tólv syskjum; mamman var 46 ár, tá hann varð borðin í heim.

Hársíði fuglfirðingurin fer at flenna, tá hann fær hendan spurning; roynir kanska at tosa eitt sindur uttanum?

? Jú, skal eg siga tykkum; tað er tað, at eg ferðist nógv við hesum her spælimonnunum. Í fjør vóru vit í Fugloy, og árið fyri vóru vit í Svínoy. Allir hesir listamenninir, ið koma úr útlondunum at uppliva Føroyar, eru skeggvaksnir. Hevði eg verið glattbarberaður og plússaður, so hevði eg ikki riggað so væl í tí selskapinum, sigur einasti føroyski langabbin við hesthala.


Ótarnaður vøkstur

Hár og skegg hjá Hans Jacobi Hansen sluppu at grógva longi, áðrenn upptøkutólini hjá Malmros fóru at mala.

? Útvarpið boðaði frá, at søkt var eftir statistum í filmi. Treytirnar vístu seg at vera, at hár og skegg sluppu at veksa. Eg teknaði meg sum statist, men segði í brævinum til fyriskipararnar, at eg somuleiðis var áhugaður í onkrum røttum leikluti. Saksur varð so ikki nomin; í fyrsta umfarið einar tríggjar mánaðar. So fór konan at gera vart við seg. Eg noyddist so at siga sum var; at eg skuldi vera filmsleikari.

? Tá ár var runnið, frættist, at filmsætlanini væntaði pengar, og at ongin filmur varð gjørdur fyribils. Filmur ella ikki; skegg og hár vuksu ótarnað. Hárið var nú vorðið somikið sítt, at eg noyddist at knýta tað í hala afturi á nakka. Annað árið varð filmurin kortini tikin upp. Áðrenn varð eg so biðin at koma á Háskúlan í Havn til roynd. Eg skuldi siga eina huldusøgu, tí Malmros hevði meg í huganum til leiklutin sum Tórmaður. Eg segði so eina søgu, sum systir mín hevði sagt mær, og legði okkurt afturat. Væl hepnaðist, tí eg fekk leiklutin?

? Malmros ringdi til mín tríggjar dagar undan upptøkuni, og spurdi meg um eg hevði fingið nakað upptøkurit til filmin. Eg segði nei, men at eg ætlaði at siga tað, sum í bókini stóð. Ein professari í føroyskum (Christian Matras) hevði týtt Barbaru, so ongin kundi seta ein fingur á tað góða málið. Harumframt eru partar av bókini skrivaðir á ein sovorðnan hátt, at teir væl eru brúkiligir sum beinleiðis handrit, sigur Hans Jacob, ið var við at stovna sjónleikarafelagið í Fuglafirði, og longu í 1940, tólv ára gamal hevði fyrsta leiklut sín.


Virkin á Varmakeldu

Á Varmakeldu, fer Hans Jacob at syngja og spæla uppá harmoniku á musikkkafeini, ið verður í Fuglafirði stevnudagarnar. Tenorrødd hansara fer eisini at verða hoyrd í Manskórinum, ið fer at hava framførðslu.

Virkni listamaðurin, fer harumframt at hava fyrilestur í sambandi við stevnuna. Evnið er teir gomlu listamenninir í Fuglafirði. Teir, ið millum aðrar fara at verða nevndir, eru Símun Olivur Johannesen, ið m.a. málaði leiktjøldini til sjónleikin, Magnus, ið varð framførdur í Fuglafirði undir Krígnum.

Eisini fer Hans Jacob at røða um Kristian Hansen, ið var myndatøkumaður og seinni listamálari, og sonevndu Øra-menninar, ið bæði teknaðu og gjørdu modellskip. Sjónleikarin, Magnus Andreasen, ið var fuglfirðingur, men búði mong ár í Havn verður eisini umrøddur.

Tá Hans Jacob Hansen stígur uppá røðarapallin fríggjadagin, fer hann at hava ein ordans pappírsdunga undur hondini. Men, fyrilesturin er ikki longur enn 20 minuttir kortini. Orsøkin til mongu ørkini er, at hann noyðist at prenta fyrilesturin við sera stórum stavum, skal hann síggja orðini.

Umframt mongu málningarnar, ið fara at vera sýndir í Fuglafirði, ber til at síggja hárfagra Hans Jacob Hansen in persona, ið fer at sita vakt niðri í fimleikarhøllini, varmakeldudagarnar.