Langtíðarætlanir - fíggjarætlanin

Rasmus A. Joensen
valevni hjá Sambandsflokkinum í Tórshavnar kommunu

Fyritreytin undir øllum virksemi í kommununi, bæði so og so, verður tó altíð fíggjarorkan, tí ikki ber til at hava kommununa gangandi, við ongum pengum.
Fíggjarorkan hjá kommununi er tann skattur, sum verður innkravdur frá borgarunum og fyritøkum og tey gjøld, ið fyritøkur og einstaklingar gjalda fyri ávísar tænastur.
Tað er skyldan og ábyrgdin hjá býráðnum, sum er býráðslimirnir, at gera fíggjarætlan fyri komandi árið, og álíka skatt samsvarandi hesum.
Fíggjarætlanin skal byggja á tørvin hjá kommununi og orkuna hjá borgarunum, og skal tillagast hesi bæði.
Í fíggjarmálum er umráðandi eisini at hyggja langt fram í tíðina - at leggja langtíðarfíggjarætlanir.
Vakin og varin í fíggjarpolitikki.
Sí eisini
www.samband.fo