Danski forsætisráðharrin hevði ikki nakran nýggjan boðskap at borðreiða við viðvíkjandi Føroyum, tá ið hann kom inn á ríkisfelagsskapin í setanarrøðu sínari.
Forsætisráðharrin segði - eins og hann hevur sagt áður - at stjórnin framvegis metir ríkisfelagsskapin at vera besta grundarlagið undir samstarvinum millum Føroyar, Grønland og Danmark. Og stjórnin er sinnað at menna ríkisfelagsskapin.
Um fullveldissamráðingarnar segði Poul Nyrup Rasmussen, at partarnir eru komnir langt við samráðingunum. Fleiri prinsipiellir spurningar um framtíðar samstarvið eru avgreiddir, men eitt umfatandi arbeiði liggur fyri framman.
- Sama hvønn veg føroyska fólkið velur, fer stjórnin at arbeiða fyri, at vit í felagsskapi finna eina góða og virðiliga loysn, sum røkkur fram í tíðina, og sum báðir partar kunnu vera nøgdir við, segði hann
Meðan Anfinn Kallsberg, løgmaður, Finnbogi Ísakson, løgtingsformaður, og teir báðir føroysku fólkatingsmenninir lýddu á, segði forsætisráðharrin, at stjórnin heldur sær, at Føroyar ikki fara úr ríkisfelagsskapinum. Hetta hevur hann sagt áður, og hesin boðskapurin varð altso endurtikin í røðuni í dag.
Forsætisráðharrin nevndi ikki nakra tíðarætlan fyri, nær hann væntar, at samráðingarnar verða lidnar, og hann nevndi heldur ikki samráðingarfundin, sum eftir ætlan skal verða í Keypmannahavn 26. oktober.
Tað er ikki vanligt, at setanarrøðurnar eru serliga ítøkiligar ? tá ið um ríkisfelagsskapin ræður ? og røðan í ár var einki undantak í so máta.
Viðvíkjandi Grønlandi segði forsætisráðharrin, at stórar avbjóðingar liggja fyri framman. Hann segði, at grønlendska heimastýrið hevur sett eina sjálvstýrisnevnd, sum skal kanna, hvussu Grønland kann fáa størri sjálvsstýri innanfyri ríkisfelagsskapinum. Stjórnin er sinnað at viðgera tað úrslit, sum sjálvstýrisnevndin kemur til, segði hann.
Nýggjan evropapolitikk
Áðrenn setanarrøðuna varð nógv gitt um, hvørt forsætisráðharrin fór at koma við ábendingum um, at hann skjótt fer at skriva út Fólkatingsval. Men Poul Nyrup Rasmussen kom ikki við nøkrum tílíkum ábendingum.
Úrslitið av evru-valinum í síðstu viku var rættiliga ovarliga á breddanum, og forsætisráðharrin boðaði frá, at stjórnin fer at leggja fram eina nýggja ætlan um framtíðar evropapolitikkin. Fólkið segði nei til evruna, og ongar ætlanir eru um at skipa fyri fleiri fólkaatkvøðum um ES-spurningar. fyri at tryggja, at fólkið verður tikið meira við uppá ráð í ES-spurningum, fer stjórnin at skipa fyri fólkahoyringum. Fólkahoyringarnar skulu viðgera avbjóðingarnar, sum standa fyri framman í ES-høpi.
Forsætisráðharrin segði eisini, at stjórnin fer at bjóða hinum flokkunum í Fólkatinginum til fundar í næstu viku at viðgera støðuna hjá Danmark í ES.
Fólkatingið fer komandi dagarnar at viðgera setanarrøðuna hjá forsætisráðharranum, og tá fáa teir báðir føroysku fólkatingslimirnir høvi til at gera sínar viðmerkingar til røðuna.