Langt leikbann til Poul Ingason

Framherjin hjá HB sleppur bara at spæla ein dyst afturat í ár

Poul Ingason, 18 ára gamli framherjin hjá HB, hevur fingið leikbann í fýra dystir, eftir at hann bleiv útvístur í 1.deildar dystinum millum AB og HB. Sum skilst, so verður Poul Ingason revsaður fyri at hava skumpað dómaran.

 

Poul Ingason vil ikki gera viðmerkingar til málið, fyrr enn hann hevur sæð dómarafrágreiðingina. Sum skilst, so eru bæði hann og HB als ikki samdir í tí, sum dómarin metti fór fram á vøllinum.

 

Tað var fimm minuttir inn í seinna hálvleik í 3-2 tapinum fyri AB, at Poul Ingason fær beinleiðis reytt kort. Hann hevur spælt í størri mun á Effo-liðnum seinast tíðina, men nú sleppur hann ikki á vøllin aftur fyrr enn í seinasta dystinum, sum er móti B36.