Tveir dystir í fremstu fótbóltsdeildini vera ídag.
Grannauppgerðin á Argjum, har B36 verður gestur hjá AB, verður klokkan 15.
Grannauppgerðin við Løkin í Runavík, har Skála verður gestur hjá NSÍ, verður klokkan 17.
Í báðum førum er talan um, at grannauppgerðin er framskundað. Skráin sigur, at dystirnir skuldu vera sunnudagin, men feløgini hava, eftir at hava kannað veðurforsøgnina, gjørt av at framskundað dystirnar.
Í kvinnudeildini verður lyklauppgerð í Klaksvík, har HB verður gestur klokkan 15.00.
Longu klokkan 12.30 verður fyrsta bríksl í Gundadali, har greipuvinnarnir í EBS/Skála fara á vitjan hjá B36, sum í síðsta umfari vann grannauppgerðina ímóti HB 1-0.
Fult umfar er í næstbestu deildini.
Har verður fyrsta bríksl longu klokkan 11, tá ið Skála fær vitjan av grannunum í EB/Streymi.
Í næstbestu deildini verður tað spælt mest sum út í eitt frá klokkan ellivu, og fram til klokkan nakrar minuttir í átta, tá ið dómarin fer at bríksla fyri síðstu ferð millum B36 og KÍ.
AB - B36: Rúni Gaardbo kl. 15.00
Skála – NSÍ: Kári J. á Høvdanum kl. 17.00
Kvinnur
KÍ – HB: Tóki Høghamar kl. 15.00
B36 – EBS/Skála: Kristian Oskar Henriksen kl. 12.30
1.deild menn
Víkingur – NSÍ: Rani A. Skaalum kl. 15.00
Skála – EB/Streymur: Rúni Olsen kl. 11.00
07 Vestur – B68: Bent Tommy Linklett kl. 16.30
B36 – KÍ: Eiler Rasmussen kl. 18.00
B71 – HB: Aron Sofus Vest kl. 15.00