Nú frítt er at fara við Smyrli um Suðuroyarfjørð, skipar Kunningarstovan í Vági fyri longum leygardegi tann 6. mai.
Leygardagin fara handlar og fyritøkur í Vági at vísa, hvat tey megna at bjóða teimum, ið leggja leiðina suðureftir og til Vágs.
23 handlar fara at hava opið til klokkan 17. Ókeypis verður at svimja frá klokkan 10 til 17 og á Hotel Bakkanum fæst buffét til klokkan 18.
Á kvøldi fara Sámal og Ronnie at spæla