Tað var ein av teimum longri túrunum, ið bjargingartyrlan mátti taka í gjár, tá eitt norskt skip sendi boð eftir hjálp, tí ein av manningini var vorðin sjúkur umborð, og mett varð, at hann hevði tørv á læknahjálp.
Norska skipið Geo Coral var statt 126 fjórðingar sunnanfyri Føroyar, nærhendis markinum, tá MRCC støðin fekk boðini klokkan 17.41.
- Tyrlan fekk boð um at fara avstað eftir manninum, og brúkti hon 2 tímar og 46 minuttir upp á túrin. Tá hon kom kom aftur um hálvgum níggju tíðina var mjørkin vorðin so tjúkkur í Havnini, at avgjørt varð at flúgva til flogvøllin ístaðin, har ein sjúkrabilur stóð og bíðaði, greiðir vakthavandi á MRCC-støðini frá.