Seinni í hesum mánaðinum verður lutakastið til EM 2016 undankappingina. Føroyar eru styrkismettar í lægsta styrkisbólkinum, eftir at vit til júst farnu HM undankapping vóru styrkismett í næstlægsta styrkisbólki.
Les eisini: Hesir eru úttiknir til A-landsliðið
Føroyski landsliðsvenjarin, Lars Olsen, hevur sett nøvn á tey londini hann helst vil koma í bólk saman við.
- Bretski og norðurlendski spælistílurin passar væl til okkum, og tí vóni eg, at vit blíva bólkaðir saman við Onglandi, Danmark, Noreg, Wales og Norðurírlandi. Flestu føroyingar fylgja væl við í enskum fótbólti, og har afturat eru serlig bond millum Føroyar og Danmark, og tí hevði verið áhugavert at spælt ímóti teimum aftur, sigur Lars Olsen við heimsíðuna hjá Fótbóltssambandinum.
Hinvegin hevur landsliðsvenjarin ongan áhuga í at koma í bólk við fleiri av suður- og eystureuropeiskum londunum. Føroyska landsliðið hevur eisini tapt stórt ímóti fleiri av hesum londum, serliga teimum eystureuropeisku.
- Vit vita, at suður- og eystureuropeisku londini spæla typiskt skjótan fótbólt, við nógvum flytingum, og tað passar illa fyri okkara spælarar. Eftir mínum tykki vildi marrubólkurin hjá okkum tí verið Spania, Belgia, sum í løtuni hevur eitt tað besta landsliðið í Evropa, Serbia, Bulgaria og Makedonia, sigur Lars Olsen við FSF.fo.
Í heyst verður hol sett á eina nýggja undankapping til EM-endaspælið, sum verður í Fraklandi í 2016. Fyrireikingarnar til undankappingina byrja so smátt seinni í hesum mánaðinum, tá landsliðið fer á venjingarlegu í Mijas í suður-Spania.
Komandi EM-undankapping byrjar í september. Fýra dystir verða spældir í ár, meðan seks undankappingardystir verða í 2015.