Lars Løkke forsætisráðharri

Lars Løkke Rasmussen er nú formliga tilnevndur danskur forsætisráðharri Fyri einum korteri síðani fekk Danmark nýggjan forsætisráðharra, og tað var ein rørdur Lars Løkke Rasmussen, sum hitti fjølmiðlarnar uttan fyri Amalienborg.

Nýggi forsætisráðharrin segði, at hansara fyrsta mál verður at leiða Danmark ígjøgnum ta stóru fíggjarkreppuna. Ein onnur uppgáva verður at fyrireika ta stóru veðurlagsráðstevnuna, sum verður í Keypmannahavn í heyst.

Lars Løkke Rasmussen gjørdi greitt, at stjórnarleiðaraskiftið fær ongar avleiðingar fyri danska uttanríkispolitikkin.

Nú skal nýggi forsætisráðharrin í forsætismálaráðið, har Anders Fogh Rasmussen skal siga starvsfólkinum farvæl og bjóða eftirmanninum vælkomnum.