Lars Løkke toppskorari

Hóast Lars Løkke Rasmussen misti stjórnarvaldið á valinum í gjár, kann Vinstra-formaðurin ugga seg við, at einki valevni fekk so nógvar atkvøður sum hann. Løkke, sum er uppstillaður í Norðursælandi, fekk 56.285 persónligar atkvøður ímóti knappliga 21.000 á valinum fyri fýra árum síðani.

Næst á toppskoraralistanum er oddakvinnan hjá Eindarlistanum, Johanne Schmidt-Nielsen (myndin), sum fekk 40.002 persónligar atkvøður. Í hesum viðfangi kann verða nevnt, at á valinum í 2007 var hon nummar 40 á toppskoraralistanum.

Kvinnurnar eiga eisini tey bæði næstu plássini. Pia Kjærsgaard var nummar trý og Helle Thorning-Schmidt nummar fýra. Komandi forsætisráðharrin fekk kortini munandi færri persónligar atkvøður enn á valinum í 2007.

Listin við teimum 10 ovastu toppskorarunum sær soleiðis út:

1. Lars Løkke Rasmussen 56.285

2. Johanne Schmidt-Nielsen 47.002

3. Pia Kjærsgaard 45.983

4. Helle Thorning-Schmidt 33.564

5. Nicolai Wammen 32.119

6. Lykke Friis 30.110

7. Kristian Thulesen Dahl 27.393

8. Margrethe Vestager 23.649

9. Mette Frederiksen 21.847

10. Bjarne Laustsen 18.733