Lars Olsen: Vit spæla við sterkasta liði

FM1: Landsliðsvenjarin ætlar ikki at skifta nógvar spælarar

Føroyska A-landsliðið er kom fyrr í dag til Malta, har sætti og seinasti Nations League dysturin á hesum sinni skal spælast. Tað merkti stemningin á ferðini, at føroyska liðið tapti 2-0 í Aserbadjan. Lars Olsen er framvegis ónøgdur.

 

Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini

 

- Eg standi eftir við somu kenslu, sum eftir dystin. Vit spæla ikki væl í fyrra hálvleiki og tað er ikki gott nokk, men vit kunnu taka spælið í seinna hálvleiki við okkum til dystin her, sigur Lars Olsen til venjingina á Malta í dag.

 

Venjingin var á einum vátum og slitnum vølli stutt uttanfyri Ta’Qali leikvøllin, har landsdysturin verður týskvøldið. Tað hevur regnað seinastu dagarnar og vøllurin hevur verið nógv brúktur, tí arbeitt verður upp á hinar venjingarvøllirnar í økinum.

 

René byrjar

- Eg kann siga so mikið sum, at vit halda fast í spælskipanini frá seinna hálvleiki, og at René Shaki Joensen byrjar inni, sigur Lars Olsen.

 

Hann vil bara staðfesta tvær broytingar í mun til liðið, sum spældi móti Aserbadjan í gjár, tá Føroyar í eini 3-4-3/-5-4-1 uppstilling taptu 2-0. Hann váttar, at liðið fer at spæla 4-2-3-1 og at René Shaki Joensen byrjar inni. Hann hevði leikbann í dystinum móti Aserbadjan.

 

Restina vildi hann ikki vátta, men hann leggur stóran dent á at stilla við sterkasta liði. Hetta tí vit eru í vand fyri, at enda í sætta og niðasta strykisbólkinum til EM 2020 lutakastið, sum verður í desember. Millum annað legði hann dent á, at tað ikki verða nógvar útskiftingar.

 

Nations League landsdysturin móti Malta verður týskvøldið klokkan 19.45. FM1 og In.fo hava beinleiðis frásøgn frá dystinum.