Lars sigur farvæl seinnapartin

Almenn móttøka verður seinnapartin í FSF húsinum

Nú er meiri enn ein mánaður farin, síðani punktum varð sett fyri EM undankappingina, og fótbóltslandsliðið fór í vetrarfrí.

Lars Olsen, sum hevur verið venjari síðani í 2011, og sum hevur havt ábyrgdina í 56 landsdystum, er farin frá.

Nú er hann venjari hjá Esbjerg fB í superliguni.

Í dag er Lars Olsen í Føroyum. Høvið er, at Fótbóltssambandið skipar fyri móttøku í sambandi við, at venjarin er farin frá. Almenna móttøkan verður í FSF húsinum í dag klokkan 15 til 17.