Á danska fótbóltslandsliðnum var Lars Olsen arvtakarin, tá Morten Olsen legði frá sær sum stýrimaður í donsku landsliðsverjuni.
Seinni gjørdist Lars eins og navnabróðurin landsliðsskipari, og sjálvandi var hann eisini maðurin, sum í 1992 tók ímóti EM-steypinum í Svøríki.
Eftir EM-undankappingina, sum nú er ígongd, er greitt, at danir skulu hava nýggjan landsliðsvenjara. Morten Olsen byrjaði sum landsliðsvenjari í 2000, og hann hevur boðað frá, at hann gevst, tá hendan undankappingin er av. Fyrsti dysturin hjá Morten Olsen sum landsliðsvenjara var annars júst á Tórsvølli ímóti Føroyum.
Og her er Lars Olsen altso eitt boð upp á avloysaran. Tað heldur í øllum førum Brian Laudrup, sum í kvøld var partur av sjónvarpsmannigini hjá Kanal 5.
- Lars hevur sera góðan kunnleika til danskan fótbólts, og úrslitini hjá honum við føroyska landsliðnum hava skapt ans, segði Brian Laudrup.