Lars svarar upp á kritikk

(Ljóðbrot) Lars Olsen greiðir frá hví hann hevur verið í Føroyum síðani seinasta landsdyst

Í gjár tók Lars Olsen, venjari hjá føroyska A-landsliðnum, hópin út til dystirnar móti Norðurírlandi og Ungarn seinni í mánaðinum. Hann hevur ikki verið til dyst í Føroyum síðani vit 7. september taptu 3-1 fyri Finnlandi á Tórsvølli.

Les eisini: HB'ari inni fyri brotnan HB'ara

Hetta hevur fingið fleiri at tala at og spyrja, hvussu hann kann gera nakrar broytingar, tá hann ongan dyst hevur sæð? Millum annað var hann heldur ikki til staðar, tá U21 landsliðið vann 1-0 á Montenegro á Svangaskarði í vikuni eftir landsdystin móti Finnlandi.

Les eisini: Víkingar skulu styrkja landsliðið

- Eg kann ikki vera allastaðni í senn. U21 landsdysturin visti eg bleiv stroymaður av FSF, so hann sá eg heima. Eg skal somuleiðis fylgja við í donskum fótbólti, tí vit hava eina fýra ella fimm spælarar í donskum fótbólti, sigur Lars Olsen og leggur afturat:

Les eisini: Lars vil hava stig tíðliga

- Eg kann siga so mikið sum, at eg havi sæð átta dystir síðani eg fór av landinum 8. september. Eg verið noyddur at raðfesta og kanna eftir hvar eg kann síggja flestar dystir, sigur Lars Olsen, sum sær planleggingina av dystunum sum eina avbjóðing.

- Eg havi sagt tað fleiri ferðir fyrr, men tíverri er tað so, at dystirnir í Føroyum verða spælir samstundis. Tað merkir, at eg bara kann síggja ein dyst, tá eg eri her. Tað er óheppið og tí raðfesti eg onkuntíð øðrvísi, tí eg í Danmark kann síggja tríggjar ella fýra dystir upp á eitt vikuskiftið, sigur føroyski landsliðsvenjarin, Lars Olsen at enda.

Føroyar skulu 11. oktober spæla móti Norðurírlandi í Belfast og 14. oktober á Tórsvølli móti Ungarn.