Føroyska landsliðið hevur í dag havt tvær venjingar á einum venjingarvølli í Baku í Aserbadjan. Báðar venjingarnar geva greiðar ábendingar um liðið, sum skal spæla móti Aserbadjan í 5. umfari í Nations League.
Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir greinini
Lars Olsen sigur millum annað, at hann hevur hug til at halda fast í trimum miðverjum, men leggur dent á, at vit skulu ansa eftir, at tað ikki blívur til fimm í verjuni. Tað kann henda um vongbakkarnir detta ov langt aftur á vøllin.
Les eisini: Nógvar ábendingar í fyrstu venjingini
Her tykist lítil ivi verða um, at Gunnar Nielsen stendur í mál, Atli Gregersen, Odmar Færø og Sonni Ragnar Nattestad saman við Viljormi Davidsen og Gilla Rólantssyni á vongbakkunum, koma at manna verjuna.
Á miðjuni verða helst Hallur Hansson og Rógvi Baldvinsson mitt fyri, meðan Sølvi Vatnhamar og Brandur Hendriksson verða framrættaðir á miðvøllinum, meðan Klæmint A. Olsen byrjar í álopinum.
Her sigur Lars Olsen, at valið stendur millum Klæmint A. Olsen og Jákup L. Thomsen, sum er nýggjur í hópinum. Seinna venjingin gav greiðar ábendingar um, at tað verður Klæmint A. Olsen, sum fær plássið frá byrjan.
-Tað stendur millum Klæmint og Jákup. Vit kundu kanska flutt eitt sindur runt og fingið ein miðvallara sum fremsta mann, men fyribils stendur tað millum teir báðar, sigur Lars Olsen.
Vit gita: Føroyar (3-4-3)
Gunnar Nielsen – Odmar Færø, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad – Gilli Rólantsson, Hallur Hansson, Rógvi Baldvinsson, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, Brandur Hendriksson – Klæmint A. Olsen
Nations League landsdysturin millum Aserbadjan og Føroyar verður leygardagin klokkan 17. FM1 og In.fo hava beinleiðis frásøgn. Føroyar skulu vinna fyri at hava ein møguleika fyri at koma víðari.