##med2#3
Føroyska A-landsliðið hevur í dag havt sína seinastu venjing undan landsdystinum móti Spania, sum verður í annaðkvøld klokkan 19.45. Lars Olsen, landsliðsvenjari, sigur at venjarar bara eru nøgdir tá teir vinna – men at treytirnar nokk eru øðrvísi hesaferð.
-Eg sigi sum eg palgi. Ein venjari er ikki nøgdur fyrr enn hann vinnur, men nú er tað Spania vit spæla móti, so tað ljóðar kanska eitt sindur innantómt at vit bara eru nøgdir við ein sigur. Eg vil heldur venda tí á høvdinum og siga, at eitt gott avrik á vøllinum er gott. Um vit gera okkara, so vita vita at hetta er fótbóltur, har alt kann hendan, sigur Lars Olsen.
##med3##
Lars Olsen vil ikki avdúka hvørjir byrja inni, men líkt ert til at samansetingin av Árna Frederiksberg og Klæmint A. Olsen verður at síggja í annaðkvøld.
Vit gita: (4-2-3-1)
Teitur M. Gestsson – Gilli Rólantsson, Odmar Færø, Atli Gregersen, Viljormur Davidsen – Brandur Hendriksson, Heini Vatnsdal - Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson, Árni/Kaj Leo/Meinhard – Klæmint A. Olsen
FM1 sigur beinleiðis frá dystinum, sum verður fríggjakvøldið klokkan 19.45 á Tórsvølli. Sportboxin, har Fótbóltspanelið er seinna tíman, verður frá klokkan 15 til 17. Síðani verður sent beinleiðis av Tórsvølli frá klokkan 18.
##med4##