Las í Kairo og fermd á Argjum

14 ára gamla argjagentan Gyðja á Argjahøvda veit hvat tað er at búgva í Asien og Afrika. Men fermast, tað vildi hon heima í Føroyum.

Argir: Seinasti sunnudagur var ein serstakur dagur í lívinum hjá teirri ungu Gyðju.
Eftir at hava gingið til prest í egyptiska høvuðsstaðnum eitt skifti, var dagurin nú komin har hon skuldi fermast í Argja kirkju av sóknarprestinum Bergi D. Joensen.
Frálæran var saman við einum øðrum donskum drongi hjá einum donskum presti, men samband var eisini til føroyska prestin umvegis alnetið.
- Vit vildu mest hava at vita, hvat eg skuldi læra. Jú, hetta var ein øðrvísi ferming enn hjá øðrum, greiðir Gyðja frá.
Frammanundan fermingini var hon tveir dagar saman við Bergi, har greitt varð frá tí seinasta viðvíkjandi ferming hennara.
 
Spurningar frá muslimum
Í Kairo gongur Gyðja í einum amerikanskum skúla, hagar næmingar koma úr øllum heiminum.
- Eg havi eisini fleiri egyptiskar vinkonur, sigur Gyðja.
Tær hugna sær saman á ymiskan hátt, m.a. við at lurta eftir tónleiki og práta. Eitt av evnunum var tann komandi fermingin.
Vinkonurnar vóru sum vera man áhugaðar í, hvat fermingin var og hvussu tað gekk fyri seg í Føroyum.
Hesar vinkonurnar eru sjálvandi vaksnar upp í einum muslimskum umhvørvi, og vildu tí eisini vita, hví hon skuldi fermast.
- Eg royndi bara at svara teimum sum frægast, sigur nýfermda argjagentan við altjóða bakgrund.
 
Gott við Arto
Hetta at búgva í fremmandum landi er ikki ókent fyri Gyðju. Hon hevur m.a. búð trý ár í Nepal og hevur seinastu tvey árini búð í Egyptalandi.
Mong vilja helst halda, at tá ein býr í einum slíkum arabiskum og muslimskum landi er bæði ófriðarligt og helst eisini vandamikið hjá útlendingum.
Men tað kennir Gyðja einki til:
- Nei, her í Egyptalandi er hvørki ótrygt ella vandamikið, sigur hon.
Hóast stóru fjarstøðuna hevur hon kortini megnað at hildið sambandið viðlíka við vinkonur sínar í Føroyum.
- Her gera vit brúk av Arto. Tað er gott at hava henda møguleikan, sigur Gyðja.