ÚTBÚGVING
Í sambandi við átakið Markleys Útbúgving 2005/06, sum Mentamálaráðið, MFS og Altjóða skrivstovan skipa fyri, verður í hesum døgum skipað fyri lestrarkunning í Havn, Hoydølum, Kambsdali og í Klaksvík. Tiltakið kallast Slepp streyminum fylg dreyminum, har lestrarvegleiðarar o.o. fara at greiða møguleikunum at lesa í Svøríki. Avstraliu, Ný Sælandi og í Føroyum.
Ein av teimum, sum tey, ið hevur tikið lut á tiltakinum, og sum fólk hava havt møguleika at hitt, er Karin Christiansen úr Norðdepli, ið má sigast at vera ein av teimum, sum hava fylgt dreyminum.
Eftir at hava lisið til datamatikara í Danmark í hálvt triðja ár, valdi hon at fara down under til Avstraliu, at nema sær útbúgving sum Bachelor applied IT. Hetta er sum heitið sigur, ein útbúgving innan kunningartøkni.
Karin Christiansen búði í einum lítlum býi norðan fyri Sidney í einum sonevndum campus, sum er eitt lítið kollegium, í eitt ár, og sum heild metir Karin, at skúlaskipanirnar í Danmark og Avstarliu eru ymiskar.
- Í Danmark fært tú eina stóra uppgávu í hvørjum semestri, men í Avstraliu skrivar tú nógvar smærri uppgávur og fært karakter fyri alt, sigur Karin Christiansen, sum annars heldur, at sjálv skúlamentanin ikki er so ólík henni í Danmark, hóast tað verður væntað av tær, at tú møtir til í minsta lagi 80 % av tímunum.
Góðar sømdir
Karin Christiansen búði so at siga bara saman við øðrum lesandi úr Avstraliu, men annars leita ungdómar úr øllum heimspørtum sær hagar at útbúgva seg. .
At lesa so langt heimanífrá krevur sjálvandi drúgva fyrireiking, og Karin Christiansen greiðir frá, at hon gjørdi av langt frammanundan, at hon skuldi fara til Avstraliu, tí tað er eitt øgiligt roks við pappírum, tá ein slík ferð skal fyrireikast.
- Ja, tað er eitt pappírssirkus, sigur hon avgjørd.
Hinvegin metir Karin Christiannsen ikki, at nakar eigur at halda seg aftur av fíggjarligum ávum, tí stuðulsmøguleikarnir eru góðir.
Umframt at fáa 120.000 krónur í ÚSUN, sum er útbúgvingarstuðul, ið Stuðulsstovnurin letur til útbúgving uttan fyri norðurlond, fáa førooyingar eisini SU úr Danmark. Harafturat letur Stuðulsstovnurin upp til 7000 krónur um árið í ferðastuðli.
Sjálv sigur Karin Christiansen, at útbúgvingin hjá henni kostaði 60.000 krónur, og av tí at hon eisini fekk ymisk legat, fekk hon ikki peningaligar trupulleikar av at leita sær oman á hina hálvkúluna at nema sær útbúgving.
Føroyingarnir økjast í Avstraliu
Karin Christiansen sigur seg síggja nógvar fyrimunir í at fara til eitt nú Avstraliu at lesa.
- Eg dugdi ikki so væl enskt, tá eg fór avstað, men tey vóru imponerað har niðri av, hvussu væl tað gekk, so tað var einki problem, sigur tann teldukøna norðdepilsgentan, ið nevnir mál og mentan sum avgjørdur eykavinningar, tá farið verður til onnur lond at lesa.
Tá Karin Christiansen las í Avstraliu, visti hon um einar tveir aðrar føroyingar, sum lósu har tá, men nú sigur hon seg vita eini 4 ella 5, sum eru har nirði. Talið av føroyskum studentum í Avstraliu er sostatt vaksandi, staðfestir Karin Christiansen, sum í løtuni ikki dugir at siga, um hon fer niður aftur til Avstraliu, tí sum hon sigur, so hevur hon í dag gott arbeiði á Samteld í Havn.
Næstu ferð verður lestrarkunning í átakinum Markleys útbúgving í døgunum 9. og 10. mars 2006.
MYNDATEKSTUR
Karin Christiansen nam sær í eitt ár útbúgving innan KT. Seinastu dagrnar hevur hon givið øðrum ungum góð ráð um, hvat tey sklulu gera, um tey ætla at lesa uttan fyri Danmark
Mynd: Jens Kr. Vang