Las lestur sum smágenta

– Tað eru tær føroysku kvinnurnar, sum hava lært børnini upp og lagt trúnna niður í okkum, og tað er ikki av ongum, at vit syngja um, »tá omma meg tók á sítt knæ og lærdi meg har fyrstu bøn, ið eg bað«, sigur komandi sóknarpresturin í Vestmanna, Marjun í Kálvalíð, sum vaks upp saman við ommuni, abbanum og langabbanum, og tí frá barni av er von við, at lestur var lisin sunnudag

Sunnudagurin 15. september verður ein serligur dagur í lívinum hjá 53 ára gomlu Marjun í Kálvalíð í Miðvági, tí tá verður hon prestvígd í dómkirkjuni í Havn. Og tvær vikur seinni, á mikkjalsmessu, verður aftur ein serligur dagur hjá henni, tí tá verður hon við hámessu í Vestmanna kirkju innsett í tænastuna sum sóknarprestur í Norðstreymoyar og Vága prestagjøldum.
Samstundis verða hesir dagar eitt slag av eini lidnari ringrás, tí tað longu er langt síðani, at ábendingarnar byrjaðu at fara hendavegin. – Tá eg var smágenta, søgdu tey altíð, at eg snakkaði so nógv, at mátti fara at verða prestur, flennur Marjun.
Mitt í øllum rokanum av lukkuynskjum, vitjanum og føgrum orðum hevur hon valt at sett eina løtu av til eitt prát um hetta nýggja hæddarpunktið í lívi sínum, sum í sínum uppruna meira ítøkiliga kann flytast aftur í 80-ini.
Tá fór hon undir gudfrøðilestur, men helt bara á í hálvtannað ár ella so, til hon gavst, tí »tað hendu fleiri ting í lívinum, sum ikki vóru so løtt at handfara,« sum hon málber seg. Hon valdi at steðga og hálsaði eitt sindur um, tí í staðin fyri gudfrøði, fór hon at lesa til sosialráðgeva, sum hevur verið henni ein góður lærdómur og ein góð barlast.
– Eg vildi gjarna verða prestur, og tað hevur alla tíðina ligið í høvdinum, at eg aftur skuldi fara í gongd við at lesa gudfrøði. Men tað var eisini altíð ein spurningur, um ráð og umstøður og alt tað var til staðar, sum skuldi til, sigur Marjun, sum bleiv skumpað eitt sindur í gongd, tí sonurin Djóni, sum er autistur, onga ansing hevði og hon tí mátti finna upp á okkurt.
– So eg valdi at søkja og fekk játtandi svar, at eg slapp at lesa aftur. Og at tað var tað rætta, fekk eg líkasum staðfest ein dagin, tá telefonin ringdi og eg bleiv spurd, um tað passaði, at eg las gudfrøði. Jú, svaraði eg, og so søgdu tey, at tey høvdu allar bøkurnar til gudfrøðilesturin liggjandi, og um eg hevði áhuga, skuldi eg bara eiga tær. So har stóð eg við hálvumøðrum flytikassa av bókum, sum eg altso valdi at taka sum eitt ordiliga gott tekin um, at eg var á góðari leið.
Marjun tók so bachelor-partin sum sjálvlestur, og tá hon skuldi fara niður við soninum, sum skuldi á spesialskúla, gjørdi hon kandidat-partin lidnan eftir einum ári, hóast hann er normeraður til tvey ár.
– Hjá mær var tað eitt val, at eg valdi at studera 100 prosent og fáa alt liðugt upp á eitt ár. Tað eydnaðist, tí eg var liðug í september, og so skundaði eg mær í holt við pastoralseminarii, sum eg bleiv liðug við í desember í fjør, sigur Marjun, ið sostatt kom á mál við lestrinum, hon fór undir í 80-unum og nú bara bíðar eftir formligu góðkenningini frá Mentamálaráðnum, so kann hon av álvara gera seg klára til at fara til arbeiðis.

Kennir seg hepna
Tað var sunnudagin, at kirkjuráðini í Vágum og Norðstreymoy á felags kirkjuráðsfundi innstillaðu Marjuna til kallið í Vestmanna, og síðani hevur telefonin næstan ikki staðið still, umframt at hurðin á Kálvalíðvegi 10 næstan hevur gingið uttan steðg síðani, tí fólk eru komin at heilsa uppá.
– Hóast tíðindini um prestakallið ikki bórust fyrr enn mánadagin, so vistu nøkur longu av tí sunnukvøldið, so longu tá fóru allar heilsanirnar at streyma inn. Tey nærmastu fingu tað at vita, men eisini onnur, sum sóu allar bilarnar uttanfyri og tí fingu eitt ánilsi um tað, komu at siga tillukku, umframt sjálvandi uppringingar, nógv sms-boð og teldupostar, sigur Marjun.
– Sjálv eri eg ikki á Facebook, men eg havi skilt, at har eru eisini komnar fleiri heilsanir sum viðmerkingar til tíðindini um starvið. Hetta eri eg alt samalt sera takksom fyri, og eg má siga, at eg havi gingið eina øgiliga góða móttøku.
Komandi presturin hevur longu verið og tikið bestikk av prestagarðinum har, so hon kann vita, hvat pláss er fyri møblum, hvussu gardinurnar skulu vera og so framvegis. Tá so alt er klárt, flytur hon inn saman við manninum, Ken Jensen, sum er múrarameistari við egnari fyritøku, og 18 ára gamla soninum, Djóna, sum enn býr heima. Harumframt eigur hon trý onnur børn, sum eru flutt heimanifrá, og eru tey 34 ára gamli Jóhan Herlon, 30 ára gamla Julia og 28 ára gamli Harald, sum forrestin býr í Vestmanna.
– Ja, her hendir nógv, skal eg siga tær. Tí oman á tað heila, so skal eg verða omma í næsta mánaði, sum við einum ommubarni í grannalagnum í Vestmanna óivað fær sítt at síggja til – umframt alt tað nýggja, ið fylgir við kallinum og tilveruni sum sóknarprestur.
Yvirhøvur hevur alt gingið nokk so skjótt fyri seg, tí tá Marjun kom heim í vár, søkti hon embætið í Vestmanna, men mátti so bíða við tolni, tí tað varð tikið aftur í apríl mánaði. Tey, sum høvdu søkt, fingu at vita, at tey kundu lata umsóknina verða liggjandi, um tey høvdu hug til tað, og tað gjørdi Marjun so eisini, so hon var eitt av trimum, ið søktu prestakallið í Vestmanna.
– Eg vildi so øgiliga gjarna sleppa at arbeiða í Føroyum, men kenni meg sera hepna, at eg nú havi fingið eitt prestastarv at røkja, tí tað er altso avmarkað, hvussu nógv størv eru leys at søkja, tá tú ert prestur. Men alt hevur passað sum fótur í hosu, og eg eri so glað fyri, at tað hevur gingið so væl, og nú gleði eg meg bara til at koma í gongd, sigur komandi vestmannaprestur, ið longu í aðru royndini fekk eitt starv.
– Ja, eg søkti eisini í fjørsummar her vesturi, tá Dávid Johannesen fór frá fyri aldur, sjálvt um eg tá bara var um at vera liðug. Tá vóru sjey umsóknir, so møguleikarnir vóru kanska ikki so góðir, men eg vildi so royna tað. Og tá Inga hevði fingið tað starvið, segði eg við hana, at so mátti eg bara fara at søkja hennara, tá tað varð lýst leyst.

Brúk fyri øllum
Inga Poulsen Dam, sum er sóknarprestur í Vága prestagjaldi, og Marjun í Kálvalíð hava kenst alt lívið. Tær eru javngamlar og hava fingið í flokki saman, spælt saman, eru vaksnar upp saman og koma nógv saman enn, so tað er einki at siga til, at Marjun hevur brúkt vinkonuna eitt sindur til ta sparring, ið má til, tá ein drúgvur gudfrøðilestur skal fáast frá hondini, og eisini hevur hon fingið góða hjálp frá Dávid Johannesen.
– Tey bæði hava verið mær til góða hjálp, og so má eg siga, at tað gleðir mítt kvinnupolitiska hjarta, at nú verður tað eitt sindur serligt hjá okkum vesturi í Vágum, tí í hesum prestagjaldinum er hálvurannar prestur, og tað verða tvær kvinnur, sum røkja hetta kallið, sigur Marjun, ið heldur tað vera so sjálvsagt, at brúk er fyri bæði kvinnum og monnum í kirkjuligu tænastuni.
– Eg haldi, at um vit skulu taka tað í álvara við at útbreiða Guðs orð, so hava vit brúk fyri øllum góðum kreftum, bæði kvinnum og monnum, og eg haldi, at vit hava ikki ráð til ikki at brúka bæði kynini.
Marjun í Kálvalíð hevur tosað seg heita og tað skilst á øllum brøgdum, at hennara stóra virðing fyri føroysku kvinnuni upp ígjøgnum tíðina er stór og hjartalig.
– Vit skulu minnast til, at tað eru tær føroysku kvinnurnar, sum hava lært børnini upp og lagt trúnna niður í okkum. Tað er ikki av ongum, at vit syngja um, »tá omma meg tók á sítt knæ og lærdi meg har fyrstu bøn, ið eg bað«. Føroysku kvinnurnar hava ikki bara lært okkum um kristindómin, men hava veruliga lagt Guðs orð niður í børnini, sigur Marjun, ið sjálv er vaksin upp í Kálvalíð, sum var náðinsgarðurin, ið hoyrdi til prestagarðin í Jansagerði.
– Eg eri vaksin upp hjá ommu og abba mínum í Kálvalíð, har langomman eisini búði. Abbi doyði, tá eg var bara átta ára gomul, so omma og langomma settu sín stóra dám á míni barnaár, sum kanska vóru merktar eitt sindur av einum gamaldags uppvøkstri, um vit kunnu siga tað so. Báðar dámdu væl at lesa og har vóru nógvar bøkur og lesnaður annars í húsinum, so eg havi altíð lisið nógv. Og so lósu vit eisini lestur heima, og eg byrjaði sjálv at lesa sum smágenta, tá eyguni hjá teimum báðum gomlu ikki vóru so góð longur.
Hetta við at vera prestur hevur altso verið nakað, Marjun altíð hevur verið eitt sindur upptikin av, og hon minnist millum annað aftur á, hvussu hon fylgdi væl við, tá Elsa Funding bleiv fyrsti kvinnuligi prestur í Førouym, umframt at Marjun sjálv hevur arbeitt í kirkju niðri og eisini hevur verið deknur í kirkjuni í heimbygdini, Miðvági.
– Eg veit ikki, um eg kann siga, at hetta beinleiðis hevur verið eitt kall, men eg havi verið øgiliga upptikin av at vera ein av teimum, sum kundi boða kristindómin og bioðkapin um Jesus Kristus. Og tað er nokk lagt niður í ein sum barn, tí hjá okkum vóru tað kvinnurnar, sum gjørdu tað, tí menninir vóru burturi, greiðir Marjun frá.

Modernað konservativ
Hetta við einum »gamaldags uppvøkstri«, sum hon hevur nevnt, sæst kanska eisini í ein ávísan mun aftur í hennara hugburði til kirkjuna, men kortini ikki heilt, tí hon fevnir í sínum sjónarmiðum og hugsanum rættiliga víða.
– Ja, eg eri nokk tað, tú kanst kalla modernað konservativ. Eg vil siga, at eg eri konservativ upp á tann mátan, at man skal hava virðing fyri kirkjuni og gudstænastuni, og at ikki er neyðugt at broyta mátan, vit halda gudstænastu uppá, tí tá hámessan hevur yvirlivað í so nógv ár og ígjøgnum so nógvar rembingar og annað, so er tað, tí at hon stendur sterk. Upp á tann mátan eri eg kanska eitt sindur konservativ, sigur Marjun.
– Og tað eri eg kanska eisini, tá vit tosa um, hvussu tú kemur inn í eina føroyska kirkju, at har er friður, tøgn og møguleiki at fordjúpa seg. Ikki, sum tað til dømis kann upplivast í donskum kirkjum, har har er so ræðuliga ófriðarligt í mun til hjá okkum, tí her er tað meira ein andakt í tí at fara í eina kirkju.
Men samstundis sum komandi vestmannaprestur vil halda fast við tað góða, gamla sereyðkennið fyri føroysku kirkjuna, er talan eisini um ein opinleika fyri, at tingini ikki altíð bara skulu gerast upp á tann gamla mátan.
– Eg haldi sjálvandi eisini, at tað er ordiliga stuttligt at hava barna-, ungdóms- og familjugudstænastur, eins væl og skrúvugudstænastur, og eg eri eisini glað fyri at kunna hoyra Cohen í Kvívíkar kirkju og at hoyra tjørnuvíkingar syngja kingo. Eisini síggi eg nógv gott í hesum nýggja, at farið verður pílagrímsferðir, at gera kretur og ymiskt sovorðið, tí tá hjúlini annars bara mala skjótari og skjótari, er tað gott við friði, sigur hon.
– Eg vil gjarna formidla kirkjuna sum eitt stað, har tú ert í friði við teg sjálvan og tín gud, og har tú merkir Guðs nærveru, umsorgan, nærleika og kærleika. Tað er eisini gott at merkja felagsskapin, sum vit eitt nú kunnu gera tað til tær serligu føstugudstænasturnar, sum eru um kvøldið og gjarna draga fólk í kirkju, sum kanska ikki so ofta annars eru har, tí har verður ofta ein drekkamunnur aftaná, tá vit kunnu práta og vera saman og bara merkja felagsskapin.

Gleðir seg
Hóast tað ikki er fyrr enn um ein lítlan mánað, at Marjun í Kálvalíð av álvara fer til arbeiðis sum prestur í Vestmanna, er framvegis nógv at fáa upp á pláss, so hon fer at hava sítt at síggja til fram til bæði vígsluna og innsetingina.
– Enn eigi eg ikki kjóla og kraga, men tað fái eg, tí eg havi verið og tikið mát, sigur hon, samstundis sum hon enn einaferð undirstrikar, hvussu hon gleðir seg til at sleppa í gongd.
– Ja, eg gleði meg so til at koma í gongd, tí hetta er bara so spennandi. Her vesturi kenni eg sjálvandi tey, sum eg skal virka ímillum, og eisini kenni eg onkran í Vestmanna og Kvívík, men longur norðureftir skal eg læra nógv fólk at kenna. Eg havi eitt systkinabarn í Hósvík, men annars fari eg at møta nógvum fólkum, eg helst ikki havi møtt fyrr. Men tað er eisini nakað, sum ger hetta so spennandi og stuttligt at fara í holt við.
Prátið nærkast endanum, og tað merkist, at Marjun er full í orku og klár at fara til verka. Eisini merkist, at tað eru ikki so fá, ið vilja heilsa uppá og ynskja henni alt tað besta í kallinum sum sóknarprestur í Vestmanna, tí hon hevur úr at gera við at takka fyri vitjanir, gávur og heilsanir, og brádliga vendir eisini ein av gestunum aftur, sum í ruðuleikanum hevði tikið skógvarnar hjá onkrum øðrum, tá hann fór.
Um tað vóru skógvarnir hjá Marjun ella ikki, sigur søgan einki um, men tað skilst á øllum brøgdum, at hon er púra klár og væl ílatin at fara til verka – so skjótt sum kjólin og kragin eru upp á pláss…