Las Vegas: Konsertin gjørdist til eina marru

Í minsta lagi 50 fólk eru deyð og 406 persónar hava fingið løstir í skottilburðinum í Las Vegas. Tað upplýsir løgreglan í Las Vegas. Ein konsert við kontritónleiki mánanáttina gjørdist til eina marru í Las Vegas, tá ein persónur byrjaði at skjóta eftir fólkum frá einum hotelli nærhendis.


Í minsta lagi 50 persónar eru dripin og 406 persónar eru flutt á sjúkrahús, upplýsir løgreglan í tíðindaskrivi.
Talan er um størsta blóðbað eftir ein skottilburð í nýggjari amerikanskari søgu, skrivar CNN.


Skotini komu frá 32. hædd í hotellinum Mandalay Bay Hotel og Casino, ið liggur á høvuðsgøtuni The Strip í Las Vegas. Løgreglufólk hava funnið í minsta lagi átta vápn á hotellrúminum.


Túsundtals av menniskjum flýddu í panikk frá staðnum, og førdi tað við sær, at fólk í støðum blivu skumpað niður og traðkað á. Umleið 22.000 fólk vóru til konsertina.


Fleiri skelkaðir áhoyrarar gingu eftir skottilburðin runt við blóð á klæðunum.


Sambært sjeriffinum Joe Lombardo, so er navnið á gerningsmanninum Stephen Paddock. Hann var 64 ára gamal. Løgreglan fann hann deyðan á hotellinum. Løgreglan metir, at hann drap seg sjálvan áðrenn hann bleiv tikin.


Myndugleikarnir meina, at hann var einsamallur um álopið.


- Mett verður ikki, at Paddock hevði samband við nakran militantan bólk, boðaði løgreglan frá.


Løgreglan í Las Vegas hevur funnið eina kvinnu við asiatiskari útsjónd, ið bleiv eftirlýst sum møguligt hjálparfólk til gerningsmannin. Kvinnan er avhoyrd, og verður ikki longur mett at hava samband við skottilburðin, sigur ein talsmaður hjá løgregluni við CNN.


Løgreglan hevur eisini funnið ein bil, ið gerningsmaðurin brúkti.


Gerningsmaðurin kom sambært løgregluni frá nærøkinum. Hann kom á hotellið hósdagin.


Sambært Lombardo eru tvey løgreglufólk, ið vóru á feriu í Las Vegas, millum tey dripnu.


Sambært eygnavitnum bleiv skotið frá hotellinum í umleið fimm minuttir. Tað vóru einans nakrir fáir steðgir millum skotríðini.


Fleiri av ofrunum blivu rakt av skotum í høvdið.


/ritzau/