Havnar Bóltfelag hevur í dag kunngjørt, at Lasse Andersen hevur gjørt nýggjan sáttmála við felagið, sum er galdandi fyri 2019. Danski miðverjin, sum kom til felagið undan hesum kappingarárinum, hevur roynst væl í miðverjuni saman við Bartali Wardum.
- Eg trívist væl í felagnum og vildi allatíð halda fram. Tí eri eg eisini sera fegin um, at hava longt sáttmálan. Vit hava havt eitt fantastiskt ár. Nú gleði eg meg til komandi kappingarár, og at umboða HB í Champions League, sigur Lasse Andersen.
Í Havnar Bóltfelagi fegnast tey um, at miðverjin hevur valt at halda fram í felagnum. Heimsíðan skrivar millum annað, at 23 ára gamli Lasse Thillitz Andersen eigur stóran lut í meistaraheitinum, har HB fekk heili 73 stig, sum er met.
- Í landskappingini hevur HB bara latið 18 mál inn í ár. Trekkja vit tvey tey fyrstu umførini frá, tá Lasse ikki var við, so hevur liðið bara latið 14 mál inn í 25 dystum, síðani miðverjin kom til. Tað er einki at siga til, at vit í HB fegnast um, at Lasse Andersen er okkara í eitt ár afturat, skrivar heimasíðan.
HB hevur nú longt sáttmálan við næstan allar spælararnar uttan Brynjar Hlødversson. Hartil er Pætur Petersen komin til úr EB/Streymi.