Í morgun er ein lastbilur farin út av vegnum við Norðasta Horn, og bilurin endaði á takinum.
Hendingin fór fram á høvuðsvegnum beint eftir vegkrossin, har smali vegurin fer út í Havnardal.
Á vegnum eru stór bremsuspor, og bilførarin hevur fortalt fyri løgregluni, at hann bremsaði fyri seyði á vegnum.
At síggja til hevur bilførarin mist tamarhaldið á lastbilinum.
Løgreglan er á staðnum, og tíbetur er ikki líkt til, at lastbilførarin hevur fingið likamligan skaða í ógvusliga óhappinum, tá lastbilurin endaði á takinum.
- Soleiðis, sum vit hava skilt, var eingin annar bilur íblandaður hendingini, men lastbilførarin sigur, at hann bremsaði fyri seyði.
Løgreglan er á staðnum, og tey vita ikki meira at siga um málið í løtuni - annað enn, at lastbilurin at síggja til hevur fingið stóran skaða.
##med2##