Um níggju tíðina gjáramorguni steðgaði ein lastbilur upp inni í Norðoyatunlinum. Hann hevði trupulleikar við motorinum. Hetta órógvaði ferðsluna so mikið, at løgreglan mátti koma á staðið og leiða ferðsluna uttan um lastbilin.
– Tað tók okkum eina løtu, men alt spældi væl av, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.
Í gjár fekk løgreglan tvær fráboðanir um arbeiðsskaðar. Tann fyrri var í einum alibáti í norðurøkinum, har ein persónur hevði kleimt ein fingur. Tað vísti seg kortini ikki at vera so álvarsligt.
Tann seinna fráboðanin var um ein persón, sum var dottin um eitthvørt á einum byggiplássi, hevði sligið seg í.