Lastin hjá Krúnborg hildnaðist væl

Týsmorgunin vóru 3.000 tons komin upp úr skipinum, og tá var framvegis fiskur eftir í lastini. ? Eg vænti tískil, at útrokningarnar, sum siga, at skipið nú lastar 3.200 tons, fara at halda, sigur reiðarin

Fiskivinna

Í blaðnum í gjár skrivaðu vit, at Krúnborg var komin á Fuglafjørð mánamorgunin við størstu lastini av svartkjafti, sum nakrantíð er landað í Føroyum og helst her norðuri í Atlantshavinum yvirhøvur.
Eftir at skipið í fjør heyst varð longt við sløkum 8 metrum, søgdu útrokningar, at Krúnborg nú lastar 3.200 tons, tá ið lastin er full.
Í samrøðu í gjár, segði Petur H. Jacobsen, reiðari, at hetta er fyrsti túrurin síðan leingjanina, at skipið hevur fulla last.
- Vit hava frætt úr Fuglafirði í morgun. Teir eru ikki lidnir at landa enn, men upp eru komin 3.000 tons.
Petur segði í gjáramorgunin, at teir framvegis bíða spentir eftir, hvussu stór lastin verður, tá ið alt er komið upp.
- Eg vænti tískil, at útrokningarnar, sum siga, at skipið nú lastar 3.200 tons, fara at halda.
Krúnborg er nú 82,05 metrar long og 14 metrar breið, og fyri leingjanina lastaði skipið 2.500 tons.
Leingjanin, sum póllendingar stóðu fyri, kostaði reiðarínum einar 7 miljónir krónur.

Avstað aftur

Ætlandi fór Krúnborg avstað aftur so skjótt, sum allur fiskurin var komin upp úr skipinum. Teir fara aftur á leiðina suður úr Írlandi at royna. Hetta er ES-sjógvur, og seinastu tíðina hevur svartkjaftafiskiskapurin á leiðini verið góður.
Skipari á seinasta túri var Pauli Wang av Glyvrum. Sámal Jacobsen, sonur Eiler, plagar at føra skipið, og ein annar avloysari sum skipari er Tórstein Petersen, sum býr í Vestmanna.
Sonur Eiler Jacobsen, 29 ára gamli Eiler Jacobsen, er ein av stýrimonnunum umborð á Krúnborg.