Lat hurðar upp, ger borglið breið

Annika Sølvará, stjóri fyri Granskingarráðið
------
Fólkatalið minkar. Undirskotið av kvinnum í burðardyggum aldri veksur. Lægsta burðaravlop síðani 1800 og grønkál. Yvirskriftirnar eru nógvar og hvør er daprari enn onnur. Tað gongur bara ein veg nú, av skriðuni. Ein lýsti hendan trupulleikan við kendu myndini av  eini sandbyrging. Tá fyrst av álvara hol er komið á, er sera ringt at steðga streyminum. 
Hagtølini eru púra greið. Hetta er veruleiki og tað er ómetaliga ræðandi. Tað mest ræðandi er tó, at so lítið og skipað verður gjørt fyri at basa hesum trupulleikanum, sum er tann størsti og mest grundleggjandi fyri framtíðarvánirnar fyri okkara samfelag og íbúgvar tess.
Tosað verður um, at vit skulu hava fleiri útbúgvingar, so tey ungu ikki rýma burtur at lesa, so tíðliga i øllum førum – samstundis ætlar Løgtingið at lækka játtanina til Fróðskaparsetrið við eini millión komandi ár. Umsøkjarar standa á bíðilista fyri at sleppa á miðnámsskúlar – men játtan og pláss er ikki tøkt til allar umsøkjarar. Tað verður altso ikki í bræðið, at útbúgvingaramboðið verður nýtt. Tosað verður eisini um, at vit skulu royna at fáa liðugt útbúnar føroyingar heimaftur – men bústaðarmarknaðurin krevur stóran kapital og sosialu skipanir okkara eru sum heild verri enn í grannalondunum og nógv velja tí Føroyar frá í tíðini áðrenn fyrsta starvið. Vit skulu skapa fleiri bein at standa á, t.d. innan ferðavinnuna – samstundis verður játtanin til nýstovnaða Ferðaráðið minkað og fólk send heim. Vit erpa okkum av mentan okkara, vísa fegin fram fyri fínum gestum – samstundis sum Tjóðpallurin hevur skammiligar umstøður.
Tað eru nógvar orsøkir til, at tað gongur so illa, og fleiri teirra ráða vit ikki yvir sjálvi. Nógv botnar tó í, at vit ofta eru alt ov jánkaslig og taka ikki stigini fult út. Vit halda okkum vita, hvat skal til, men fáa kortini ikki gjørt tær neyðugu breiðu politisku semjurnar. Tí muna tey óskipaðu átøkini, sum vera gjørd, alt ov lítið. Tey drukna í reinari neyðarsligheit og innanhýsis ósemjum og kegli.
Vit mugu seta alla – og eg meini alla – orku inn fyri at gera hetta landið spennandi og tiltrekkjandi, fyrst og fremst fyri tey, sum búgva í hesum landinum, men samstundis fyri fólk úti í heimi, so vit fáa vent fólkaminkingini til vøkstur. Vit mugu heilhugað satsa uppá útbúgving og gransking í Føroyum. Vit mugu fjøltátta bústaðarmarknaðin. Vit mugu skapa karmar fyri mentanini. Og vit mugu eggja og løna teimum væl, sum megna at skapa nýggj arbeiðspláss og virðisøkja tilfeingi.
Vit skulu royna at toga eina rúgvu av fólki til Føroya. Vit mugu bresta hurðarnar upp á víðan vegg. Vit skulu bjóða øllum væl komnum til Føroya at liva og virka. Vit skulu ikki spyrja, hvussu vorið pass fólk hava, hvønn húðalit, trúgv, politiska sannføring ella annað tey hava. Einasta treytin vit eiga at seta er (umframt at halda landsins lógir sjálvsagt), at tey sum koma her, skulu vilja arbeiða og vera við til at skapa arbeiðspláss. Tey skulu saman við øðrum skapa virðir og vøkstur, til teirra egna og samfelagsins vinning. Samlaða politiska skipanin má ganga á odda og tað hevði verið hóskandi at gjørt hetta við virðisgrundarlagnum hjá landsfyrisitingini fyri eyga: Vit draga eina línu!